Lýsing
Lýsing
Lýsing

10.000 kr. fyri sílaroðslu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.11.2021 - 15:38 Tíðindaskriv Vinna

Sílagransking: Fríggjadagin 10. desembur verður lutakast um vinnaran av 10.000 skattafríum krónum. Drigið verður millum allar brævbjálvar við roðsluroyndum, sum sílafiskarar hava sent inn til P/F Fiskaaling síðan lutakastið í fjør

Men enn ber til at luttaka! Send inn brævbjálvan við roðsluroyndum og uppmátingum, so hesar eru Fiskaaling í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 3. desembur. Nærri vegleiðing til luttøku sæst her. Bjálvarnir til endamálið fáast frá Fiskaaling á tel. 474747 ella skriva til fiskur@fiskaaling.fo.

 

Lutakast

Tað er Landsgrannskoðarin, ið dregur lut um vinnaran fríggjadagin tann 10. desembur. Vinnarin verður kunngjørdur á heimasíðuni hjá Fiskaaling og í fjølmiðlunum. Vit seta okkum sjálvandi eisini beinleiðis í samband við vinnaran.

Í løtuni eru á leið 130 brævbjálvar innkomnir, men enn er rúm fyri fleiri. Einasta treytin er, at bjálvarnir eru okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 3. desembur 2021.

Verkætlanin verður fíggjað av Havbúnaðarfelagnum.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at seta seg í samband við Kirstin Eliasen, deildarleiðara og granskara á Fiskaaling.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…