Lýsing
Lýsing
Lýsing

H71 vitjar í morgin leygardagin

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  26.11.2021 - 15:36 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Leygardagin fáa kvinnurnar hjá Stjørnuni vitjan av H71. Hoyvíkskvinnur hava júst leikt EHF Europa Cup dystir, og hava staðið seg rættiliga væl. Fyrst vunnu tær greitt á einum makedonskum liðið, síðani møttu tær einum liðið úr Sweis, har H71 greitt vann fyrra dystin, meðan sweisiska liðið vann seinna dystin, men samanlagt kom H71 víðari. Í januar skulu tær so leika í móti einum serbiskum liðið.

So tað er eitt lið, sum í løtuni tikist at vera rættiliga væl fyri, sum Stjørnan tekur í móti leygardagin. Men stjørnuniliðið hevur eisini staðið seg rættiliga væl higartil í landskappingini, tað gav at bíta seinasta sunnudag, tá tær leiktu í móti oddaliðnum Kyndil, sum, eftir at Stjørnan so gott sum hevði havt leiðsluna allan dystuin, fekk javna við brotskasti í allar seinastu løtu.                                                                                                               

Sostatt er lagt upp til spenndandi dyst í KÍ-høllini leygardagin kl. 15.00, og vónandi møta stjørnuviðhaldsfólk mannsterk upp at stuðla heimaliðnum.                                                                                                             

Stjørnan boðar frá, at í samband við dystin verða koroantilmælini hildin, og tað merkir, at øll yvir 16 skulu hava kornapass ella negativa koronatest, sum ikki er eldri enn 72 tímar, fyri at sleppa til dystin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…