Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gávutræið úti í grøv klárt at vitja

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  27.11.2021 - 17:54 Mentan Myndarøð Tíðindi

Gongur tú ein túr við børnunum, so er at hava eygað við tí tú kanst síggja. Hav telefonina í lummanum og brúka eyguni og oyruni, tí har er nógv at uppliva. Hygg bert at myndunum niðanfyri.

Í fjørð greiddi Finn Stampe frá upprunanum til gávutræið. Eisini greiddi hann frá hvussu tað skal brúkast. Niðanfyri lata vit orði til eldsálina Finn Stampe, sum er pápi at trænum. Vit hittu hann saman við abbabarni sínum úti í Grøv í dag, tá hann var í ferð við at heingja gávur til børnini upp í træið:

Finn Stampe:

Hugskotið til gávutræið kom, tá vit vóru í Norra í fjør og hildu jól. Svigardóttirin Mari gjørdi hendan túrin til ein aktivitet fyri okkum øll. Vit gjørdu pakkar við ommu- og abbabørnum, og gjørdu klárt til at grilla úti í skógini. Tá vit komu á staðið, var eitt træ prýtt við nógvum pakkum. Sera hugnaligt, og børnini fóru beina leið yvir til pakkatræið at býta um gávur. Meðan vit vóru har, komu foreldur við børnum at býta um gávur. Sera hugnaligt at síggja og verða við til, og stuttligt hjá børnum, og eisini ein aktivitetur fyri vaksin eins væl og børn.

Tað hevði verið stuttligt, um foreldur við børnum tóku væl undir við hesum, so pakkar koma at hanga til umbýtingar í desember og fram til jólaaftan. Í dag havi eg hongt 21 pakkar upp, so tað verður spennandi. Vónandi fer hetta at rigga, so tað kann verða ein afturvendandi aktivitetur í desember. Eisini nú í hesi Coronatíð.

Pakkarnir eru ætlaðir til børn frá 0- 12 árum. Teir eru merktir eftir alduri. Umráðandi er at man skrivar “genta” ella “drongur” og aldur á barninum, so man veit, hvønn pakkin er til.

G.G. Vit hava valt ikki at koyra góðgæti í pakkarnar. Í pakkunum eru í staðin ymiskar leikur.

Eisini umráðandi: Fyri at pakkarnir skulu verða turrir, er neyðugt at pakka teir væl inn við fyriliti fyri okkara veðurlagi. Koyrið eisini band um pakkan, so hann kann hanga væl.

Kanska er eisini gott at hava ein saks við.

Alt tað besta til tykkum, og eina gleðiliga advent.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja