Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hugleiðingar í sambandi við Bókaframløga: Av Matterhorn í Leirvíkstún

SKRIVAÐ: Osmund Justinussen  |  30.11.2021 - 08:01 Mentan Tíðindi

Bókin er væl frágingin, vøkur og væl uppsett, ja væl úr hondum greidd.

Ymist er, hvussu lívstráðurin verður spunnin og leiðin løgd hjá  okkum menniskjum.

Hjá teim flestu her í bygdini var lívið soleiðis háttað, at tú royndi at finna tær ein maka innan fyri bøgarðarnar í Leirvík at liva saman við. Onkur hættaði sær tó yvir um fjall, ella um fjørðin, meðan abbin hjá Ingvardi, Sofus á Geilargarði hættaði sær heilt suður til Porkeris at finna sær vív fyri at blanda blóðið í Leirvík nakað. Ja, vit fingu næstan eitt heilt annað tungumál til bygdina.

Men Ættirnar runnu, og triðja ættarliði hjá Sofusi vaks til.  Blivu skips- og útróðrarmenn burturav, hugsaðu mest um tosk og hýsu, snøri og stampar, so tulipánur og violinir  var ikki tað, sum fekk teir á Geilagarð at liggja í andvekri. Men, men, so kom Monika sum eitt blítt sunnan-gul norður ígjøgnum fjørðin, og broytti  tíðarrokningina í Leirvík, “áðrenn og eftir Moniku”.

At skulu umrøða skrivikynstrið og kóki-  og bakikynstri hjá Moniku hesar fáu minuttirnar eg havi fingið, er ikki møguligt.

Men tíðirnar í Leirvík eru broyttar, og tað við lít. Síðani Monika kom eru so nógv onnur fremmandafólk komin til bygdina,  so at í dag skalt tú næstan hava orðabók á  fremmandamáli í lummanum, um tú skalt ganga ein túr.

Monika  fall so pladask fyri Ingvard - einki hóvasták, og tað gekk bert ein stutt tíð, eftir at hon kom til Føroyar, so bleiv brúdleypsdagurin ásettur!  Familjan í Sveis fall næstan í koma, og spurt bleiv:  “Hvar man hetta landi liggja? Vit finna tað ikki á landkortinum”. Men avgerðin var tá longu tikin!

Men at flyta úr einum líggjum og stillum dali í Sveis og út á Sýnuna í Leirvík at búgva, har skal nógv forelskilsi til. Tá eg hoyrdi at tey skuldu búsetast har úti, so trúði eg tí ikki.

Gamli Fríðrikur hevði  týðliga í síðstu øld roynt at byggja sær hús nakað ytri í Bólagerið men vegna harðveður, so takið tíðum reiv,  mátti hann flyta heim í bygdina. Somuleiðis Heiðrikur abbi mín, sum bygdi Úti á Egg mátti eisini flyta heim á Garð av somu orsøk.

Men Monika og Ingvar bjóðaðu landsyninginum av og hava búðleikast har síðani.

Góða Monika, Jórun og eg hava saman við Silvurlín, Jóan Magnusi, og Jógvan Eliasi  vitja land títt, Har vit møttu mammu tíni og vóru inni í tínum barnaheimi, ja, á kamarinum har tú svav. Eini stór og rúmlig hús við vøkrum urtagarði. Vit hava sæð  tær grønu líðirnar, tey høgu trøðini, seturgenturnar sum ansaðu neytinum við bjøllu um hálsin,

alt meðan Jungfrau so hábærslig stóð so stinn og leit útyvir alt. Tað var ein so sera stór uppliving fyri okkum !

 

Góða Monika, tit festu búgv beint undir einum vita, sum heldur skipum á kós sum skulu sigla ígjøgnum Leirvíksfjørð, bæði frá suðri og norðri. Vitin lýsir hvítt, grønt og reytt.

Tú hevur siglt í hvíta feltinum, síðani tú komst til Leirvíkar, tú hevur á so mangan hátt strálað yvir bygdina, síðani tú komst, við tínum góðu evnum!  Veit um mong, sum hava verið glað fyri tína vitjan og tínar serstøku hondgjørdu gávur.

Sanniliga hevur tú eisini sett tíni spor við violinuni, har tú so lætthent strýkur og gandar løgini framm!  Og allar konsertirnar, sum tú hevur ríka føroyingar  við nú í ára tíggjir!  Ja, tú hevur lyft okkum uppá hægri grund. Tú, sum kundi havt gingið á bonaðum gólvum i millum fremstu tónleikara niðri í Evropa, men tú valdi Sýnuna, við sjóroki og vindi. Men eisini blíðar løtur í tínum nýggja heimlandi, løtur við setandi sól yvir Djúpini, og mjúkum pollamjørka rekandi norður ígjøgnum fjørðin, og eisini tey høgu fjøllini sum minna teg á títt Móðurland“

Tíðin fýkur avstað, og skjótt er alt gloymt, um tú ikki setur tað á blað. Hetta tíðarhvarvi, síðani tú setti fótin á føroyska jørð, hevur haft stóra ávirkan á títt lív, tað sæst av tíni skriving.

Um tað var fyri 50 árum síðani, tá ikki so nógv fremmanda fólk kom til landi, og ikki so nógvar bøkur givnar út sum í dag, so hevði hendan verið ein bestseller  “um gentuna sum fór úr Miðeuropa og fann sær prinsin í fjarskotnum, veðurbardum oyggjum úti í  Atlantshavið".

 Bókin, sum tú leggur fram ídag, er 2. Bókin, tú hevur skrivað, men umframt hesar  báðar hevur tú umsett úr týskum vøkru bókina  Lívið – eitt undur!

Sera áhugavert er at lesa um títt lív, heilt frá barni av og til dagin í dag. Um tína familju, um tíni barnaár, tín uppvøkstur, koman til Føroyar og hvussu tað hevur verið at búleikast her, forelskilsi sum broytti  lívið.   Salamon undrast:  “Trý eru, sum eg undrist á, fýra, sum eg fati ikki:  Leið arnarinnar undir himli, leið ormsins eftir klettinum, leið skipsins eftir havinum og leið mansins til hina ungu kvinnu.

Eisini sigur tú frá, hvussu tú hevur upplivað Føroyar og menniskjuni, sum her búleikast og hava heilt aðra mentan og lívsáskoðan – og tó!

Bókin er væl frágingin, vøkur og væl uppsett, ja væl úr hondum greidd.

Perman  á bókini sigur sera nógv um lívið hjá ungu gentuni, sum stendur við violin í hond Úti á Egg,  meðan Matterhorn hómast í baksýninum norðuri í Djúpinum.

Takk góða Monica – vit vildu ikki verið teg fyriuttan!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…