Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nýggjar tíðir! Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska - um nakar kennir! Korona-krøvini eru strong á Malta. Telvararnir verða dagliga kannaðir og sita við munnbindi undir dysti.

Føroyar vunnu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.12.2021 - 22:30 Ítrottur Tíðindi

Føroyska talvlandsliðið vann í kvøld 2½-1½ á Monako í týðandi toppdysti í smálandakappingini í talvi suðuri á Malta.

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska tryggjaði sigurin við sigri á 1. borði móti stórmeistarnum Amir Bagheri. Á hinum trimum borðunum endaði javnt. 


Føroyar hava vunnið allar seks dystirnir í kappingini higartil. Trý umfør eru nú eftir - og ein toppdystur aftrat. 


Kýprós hevur heldur óvæntað lagt seg út í toppstríðið við fimm sigrum og einum javnleiki. Føroyar og Kýpros telva fríggjadagin. Í morgin er dystur móti einum kvinnuúrvalsliði, sum er aftast í kappingini. Kvinnurnar loysa av San Marino, sum gav avboð. Í síðsta umfari leygardagin telva Føroyar og Guernsey. Føroyska landsliðið miðar nú eftir at vinna allar dystirnar.


Helgi Dam Ziska skrivar soleiðis av Malta í kvøld um dystin móti Monako:


Dysturin ímóti Monako gekk eftir bókini. Høgni tók ein skjótan javnleik við svørtum, eins og vit høvdu tosað um undan dystinum. Stutt eftir tók Luitjen eisini javnt, somuleiðis við svørtum. Tá var støðan á hinum borðunum tann, at bæði John og eg høvdu fingið tryggan fyrimun við hvíta fólkinum. Vit telvaðu báðir at kalla um tvey úrslit - sigur ella javnleik - sum er ein ynskistøða, tá ið man telvar liðkapping. Eg vann mítt talv rímiliga greitt, og so tryggjaði John dystarsigurin við remis í sínum talvi.

 

 

Hini úrslitini í sætta umfari:


Kýprós - Jersey 3½-½
Andorra - Luksemburg 2-2
Liktinstein - Guernsey 1-3
Malta - Kvinnuúrvalslið 3½-½

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja