Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sama jólakalendara øll barnaárini

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  03.12.2021 - 14:49 Mentan Tíðindi

Í gjárkvøldið vórðu jólatrøini á Trøllanesi, í Mikladali, á Húsum og til seinast á Syðradali tendrað.

Tað var syðradalsmaðurin, Bjørn Kalsø, varaskúlastjóri, sum helt jólatræsrøðuna á øllum støðunum, og Klaksvíkar Hornorkestur spældi.

Eftir at jolatræið var tendrað, varð boðið inn í skúlan til ein kakao-munn, heimagjødrar bollar, rabarbusúltutoy og annars kakur afturvið. Har var hugnaligt, sum altíð - Eins og tað var í øllum bygdunum, har træið varð tendrað.

Tað er ein sannur høgtíðsdagur, tá ið trøini verða tendrað, og gleða fólk, spælarar og røðarar seg til henda dagin, at bjóða jólunum vælkomnum. 

Her niðanfyri greiðir Bjørn Kalsø m.a frá um Syðradal sum jólabygd, og um hvussu tey hildu jól á Syðradali, tá ið hann var barn og ungdómur.

Sama jólakalendara øll barnaárini

Í bókini: ”Høgtíðir og veitsluhald á vetri”, sigur Robert Joensen um jóla- og nýggjársbygdir:

”.., so vóru nakrar bygdir ímillum, sum hildu jól og nýggjár meira stórfingið enn aðrastaðni. Tær gjørdu seg til reiðar at taka ímóti hópin av gestum,... Hesar bygdir, sum, høvdu høgtíðarhald á jólum og nýggjárið fram um aðrar, vóru kallaðar jólabygdir ella nýggjársbygdir.”

Blanskáli var frá gamlari tíð jólabygd, og hesin siður fylgdi við, tá bygdin aftaná skalvalopið í 1809, varð flutt  til Syðradals. Kirkja var ikki á Blankskála eins og vanligt var í jólabygdum. Men bønhús sigst hava verið í bygdini.

Hóast bygdin her er jólabygd, so haldi eg meg kunna tala fyri øll hiðani, at jólini vóru lítið kommerciell.

Sjálvur hevði eg ein og sama jólakalendara mest sum øll barnaárini. Jólakalendarin hevði eg arvað frá einum av eldru systkunum. Hann hevði skap sum jólamaður. Undan búkinum hekk band, sum fekk jólamannin at veipa við ørmum og beinum, um togað varð í bandið. Ár eftir ár vóru somu lúkur lætnar upp. Undir lúkunum sást mynd av onkrum jólaligum. Á trettanda, vórðu lúkurnar í jólakalendaranum lætnar aftur, og kalendarin goymdur burtur saman við øðrum jólaprýði at taka fram, tá aftur vóru jól.

Jólagávurnar vóru ikki nógvar. Frá teimum nærmastu taldu jólaklæðini, sum jólagáva. Ein pakki kom úr Skálavík frá ommusystur, og so fekk eg ein pakka frá Jettu, gummu eisini.

Hosan varð hongd upp við songarstokkin jólaaftanskvøld, og var altíð onkur leika frá jólamanninum í hosuni fyrsta jólamorgun.

Jólamaðurin á Syðradali heldur til í Øskuskotinum, í Urðini her omanfyri bygdina, og hann er “ordiligur”. Nú er hann gamal, og orkar ikki altíð oman í bygdina. Tí leggur hann pakkarnar í Øskuskotinum.

Á hvørjum ári skipaðu skúlabørnini fyri jólatræi í skúlanum annan jóladag. Sjálvi skipaðu vit fyri at keypa tað, ið kravdist til haldið. Hetta hevði verið vanligt, eisini fyri mína tíð.

Gerstrud á Trøllanesi, sum er ættað hiðani, greiddi mær frá, at fyrstu ferðina skipað varð fyri jólatræi í skúlanum, varð jólaprýðið fingið til vega úr Vestmanna. Gerda, kona Símun í Miðstovuni stóð fyri at keypa haðani, har frægast mundi fáast fyri peningin, ið varð fingin til vega, við at ganga í húsini í bygdini.

Øll bygdin kom at dansa jólatræ, og ofta komu fólk av Húsum eisini suður.

Jólatræðið varð m.a. prýtt við kramarhúsum, sum góðgæti varð latið í at geva børnunum, tá liðugt var at dansa. Á hvørjum ári varð jólasøga lisin. Tað eg minnist, var tað Asbjørn Lómaklett, sum eisini var lærari her eitt skifti, ið las.

Annað jólakvøld varð farið upp á gólv. Dansað varð í roykstovuni har Uppi hjá Malvinusi og seinni í Lykkirshúsi.

Fyrst eg minnist, varð dansað í kjallaranum her niðri hjá okkum. Eg minnist eisini at dansað varð inni í køkinum og stovuni hjá okkum, og suðuri hjá Dia.

Her fór hvør maður og kvinna av húsi, tá dansur var, og børnini sluppu eisini við. Fleiri vóru, sum dugdu væl at dansa og kvøða. Hvør hevði sína vísu at skipa. Símun har Úti skipaði styttru kærleiksvísurnar, og Julius á Bakka skipaði “Ut fra Drammen”. Aðrir góðir kvøðarar vóru: Malvinus, Marius inni í Húsi, Dánjal og Kristian í Hoygarðinum, fleiri av dreinginum hjá Petur Juul, og onnur við.

Eisini til føroyska dansin, komu fólk av Húsum suður at dansa.

Erik hevur greitt mær frá, at tað kom fyri, at skift varð ímillum føroyskan og enskan dans. Tá plagdi Jóhan Símun í Hoygarðinum at spæla Harmoniku.

Annars byrjaðu jólini ikki fyrr enn klokkan seks jólaaftan. Tá mundi lestur verða lisin í hvørjum húsi. Hjá okkum las Símun har Úti. Eitt ræst tjógv varð latið í ovnin jólaaftan. Fyrsta jóladag var fekst kjøt, tey árini jólaseyður varð tikin. Annan jóladag varð ræst kjøt og súpan.

Kann til stuttleika nevna, at bæði Símun har Úti og Poul Juul inni í Húsi høvdu føðingardag jólaaftan. Tí kundi eyka verða gjørt burturúr, um føðingardagarnir vóru rundir.

Kom prestur yvir, varð farið heim til Húsar í kirkju - oftast 2. jóladag. Tað kom eisini fyri, at farið varð til deknalestur, annaðhvørt fyrsta ella annan dag.

Nú er langt síðan, at dansur hevur verið í bygdini á jólum. Men hvørji jól í mongu seinastu árini hevur bygdin verið smalað, tá tey inni Har Úti, Paulina, Erik, Andreas og Jana Maria, hava bjóðað til nátturða.

Fyrstu jólini, eg var av bygdini, vóru hildin í Klaksvík í 1982. Eini heldur øðrvísi jól.

Annað jólakvøld var dansur í KÍ-Høllini, sum Lognbrá tá helt til í. Um tað vóru Heiko, Science Fiction, Ekko ella Hjarnar, sum spældu til dans - ella tað mundi vera Gunnar Nolsøe, Jaspur Leivsgarð, Lassin Isaksen ella Esbern í Vági, sum vendu plátum, minnist eg ikki við vissu. Møguliga hevur minni svikið, tí sama kvødið hitti eg eina fitta gentu í dansinum. Tann gentan stendur við mína lið í kvøld, og er hon kona mín í dag. So tey jólini vóru heldur ikki so galin.

Í Norðurlondum hildu tey fyrr, at sólin stóð still frá fyrsta jóladegi og tilsamans 12 dagar til trettanda.

Soleiðis munnu jólini eisini hava kenst her á staðnum, í teirri tíðini, tá ikki var so høgligt at koma til og frá, sum nú, og tá jólagestirnir góvu sær stundir at steðga.

Nú á døgum kunnu vit siga, at nógv meira ferð er á øllum - og í øllum lutum. Onkuntíð ov nógv ferð! Og mong munnu kenna tað, sum um, at ilt er at fylgja við.

Tí er gott høvi, eina løtu sum hesa, tá jólatrøðini verða tendrað - at steðga á eina stund, seta ferðina niður og grunda á, hvørji grundvirðir hava týdning í lívinum.

Jólini, ið standa fyri framman, minna okkum á gleðiboðskapin, tá Jesus varð borðin í heim, á løturnar saman við familju, vinfólkum og kenningum – Týdningin av at geva teimum, ið treingja, og at vitja tey, sum sita einsamøll. Samstundis bera jólini eisini boð um, at sólin aftur fer at koma hægri á hválvið, við boðum um nýtt ár og ljósari árstíð, tá alt aftur fer at grógva og næla.

Fari at takka Klaksvíkar Kommunu fyri, at farið verður kring bygdirnar í kommununi at tendra jólatræ. Takka Klaksvíkar Hornorkestri fyri, at tit altíð eru við, og seta serligan jóladám á løtuna.

Takk fyri møguleikan at røða, og takk øll tit, sum lýddu á.

Við ynskjum um eini gleðilig jól!

Bjørn Kalsø

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…