Lýsing
Lýsing
Lýsing
Aksel V. Johannesen verður eftir øllum at døma næsti løgmaður Føroya. | Mynd: Kringvarp Føroya.

Greining: Fólkið vrakar samgonguna og velur Javnaðarflokkin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.12.2021 - 23:45 Politikkur Tíðindi

Ein av teimum mest spennandi veljarakanningunum í ár var tann hjá Spyr.fo fyri Portalin tann 1. desember. 500 fólk úr svarpanelinum upp á 5.000 vórðu spurd, og úrslitið var onki at fara skeivur av: Fólkið ynskir ikki núverandi Landsstýri. Hinvegin er tað bara Javnaðarflokkurin av andstøðuflokkunum, ið fær eina rimmar álitisváttan. Framsókn og Tjóðveldi hava lítlar framgongdir, men onki at skriva heim um.

Tølini siga, at Fólkaflokkurin fær 6 umboð, Sambandsflokkurin 5 umboð, Javnaðarflokkurin 11 umboð, Sjálvstýri onki, Tjóðveldi 6 umboð, Framsókn 3 umboð og Miðflokkurin 2 umboð.

Javnaðarflokkurin kann veruliga sóla sær í øllum teimum mongu veljarakanningunum, sum allar geva honum eina risaframgongd. Og onki er at ivast í, at hendir onki óvæntað, fær Javnaðarflokkurin eisini eitt kanónval til næsta løgtingsval. Allar kanningarnar hava peikað sama veg, og tað er stuttligt at eita Aksel Vilhelmsson Johannesen í hesum døgum. Og ikki bert tí sonurin brillierar í talvi í hesum døgum.

Veljarakanningin hjá Spyr.fo kemur eisini inn á coronapassið, og har er tað í roynd og veru ein dygg álitisváttan til, kanska ikki so nógv samgonguna – tølini lúgva ikki – men til Farsóttarnevndina, ið var fyrst við coronapassi. 72% siga seg taka undir við Coronapassi, og í øllum flokkum uttan Miðflokkinum er stórur meiriluti fyri tí. So her er í øllum førum okkurt gjørt rætt.

Dúgliga hevur verið gitt um orsøkina til afturgongdina hjá Sambandsflokkinum, ið einans fær 5 umboð í kanningini. Ein orsøk kann vera, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, var so afturhaldandi við at innføra coronapassið. Her tóktist Miðflokkurin at ráða fyri borgum. Tað sama ger seg galdandi í málinum um sammøður, ið júst er fyri á tingi. Eisini her tykist Miðflokkurin hava buktina og báðar endarnar. Tað er tó onki nýtt; tað nýggja er, at nú tykist Fólkaflokkurin eisini at missa, møguliga av somu orsøk.

Verður kanningarúrslitið endaliga úrslitið, so eru fleiri samgongumøguleikar. Vit kunnu fáa eina fullveldissamgongu við Fólkaflokkinum, Tjóðveldi, Framsókn og Miðflokkinum, men hetta krevur, at Jørgen Niclasen og Høgni Hoydal – hvørs flokkar síggja út til at gerast líka stórir – draga eina línu. Nakað sum hevur víst seg at verið torført.

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin kunnu ikki gera eina sambandssamgongu, tí eitt tingfólk írestar til tað, men møguleiki er fyri eini sosial-liberalari samgongu við Framsókn. Ein rein vinstrasamgonga millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi er eisini ein møguleiki, meðan høgrarákið ikki sær út til at hava nóg dygga undirtøku í løtuni. Í øllum førum ikki nóg mikið til eina høgrasamgongu millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn. Miðflokkurin má eisini takast inn, og so er spurningurin, um hann er nóg høgrasinnaður til at vilja tað.

Tað politiskt-taktiskt snilda hjá hesi samgonguni, serliga Fólkaflokkinum, var at avtaka fiskivinnunýskipanina longu í desember 2019 og gera fiskiloyvini rullandi í 12 ár fram. Hetta ger, at ein CEF-samgonga, sum sambært veljarakanningini fær heili 20 tingfólk, ikki fær rullað lógina um Sjófeingi aftur uttan risastór endurgjaldskrøv. So stór, at tað ikki fer at henda. Spurningurin er so, um CEF kann samstarva um onnur mál, nú teir hava greiðan meiriluta. Mestur kunnu teir tað, men fiskivinnupolitiskt eru teir rættiliga handlingslammaðir.

Sambandsflokkurin hevur í flestu kanningum verið stóri taparin, og so er eisini hesaferð. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur ikki megnað at traðkað í karakter. Vit hava sæð hann yvirhálaðan av fútanum og landslæknanum, vit hava sæð hann verið drignan runt í manesjuni av Jenisi av Rana, og í sínum egna flokki megnar hann heldur ikki at seta seg í respekt yvirfyri Johan Dahl. Sambandsflokkurin fer uttan iva at fáa eina afturgongd til næsta val.

Miðflokkurin hevur markerað seg sum einasti flokkurin ímóti koppseting, verður varaumboðið hjá Framsókn ikki roknað við, og millum sínar egnu veljarar tykist hetta at vera eitt plettskot. Tey flestu, ið velja Miðflokkin, eru eisini ímóti coronapassi. So umboð floksins svíða ikki fyri, at tey hava borið seg ófantaliga at í eygunum á tí breiða meirilutanum – millum síni egnu hava tey uppført seg rætt. Og tað kostar fyrst og fremst Sambandsflokkinum, ikki Miðflokkinum sjálvum.

Nú gott hálvt annað ár er eftir av valskeiðnum, má samgongan veruliga til at sjálvrannsaka. Í øllum førum Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin. Í andstøðuni má Tjóðveldi til at sjálvrannsaka, tí tey sum rýma frá samgonguni fara til Javnaðarflokkin og ikki til sín. Tey einastu, ið kunnu vera væl nøgd og bara kunnu halda áfram sum higartil, eru Javnaðarflokkurin, Framsókn og partvís Miðflokkurin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…