Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fitt av vindi næstu 2-3 døgnini av útsynningi. | Mynd: Pól Sundskarð - www.pol.fo

Vindur næstu dagarnar

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  10.01.2022 - 21:10 Tíðindi Veðrið

Í kvøld er vindferðin vaksin upp í 15 til 20 m/s av útsynningi. Hetta er miðalvindur – hvirlurnar eru upp í helvtina afturat, t.e. um 30 m/s.

Sum við øllum ættum, so er tað so ymiskt, hvussu hon roynist kring landið. So tað eru fleiri støð, har vindurin er nakað minni. Og meiri.

Í einum veðurkorti liggja Føroyar ímillum eitt máttmikið hátrýst yvir bretsku oyggjunum og øll lágtrýstini, sum ferðast norðan fyri Ísland eystur ímóti Noregi.

Og soleiðis fer at vera næstu 3 samdøgrini ella so. Vit fara at hava vind av útsynningi, vindferðin í morgin, týsdagin, fer at liggja um 15 til 20 m/s,  mikudagin 18 til 23 m/s og hósdagin aftur 15 til 20 m/s – tó eitt sindur minni um middagsleitið og eitt sindur út at seinnapartin.

Skýggjað allar tríggjar dagarnar og ælaveður við regni. Hitin er farin upp um 5-6 stig, men tó kann vera vátakavi í erva.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja