Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stjørnan leikt seg í endaspælið

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  12.01.2022 - 10:10 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

 

Hóast nøkur umfør eru eftir at leika, so staðfestu kvinnurnar hjá Sjørnuni, eftir greiðan 34-16 sigur á EB í kvøld, at tær verða eitt av teimum fýra liðunum, sum verða við í endaspælinum og kappingini um meistaraheitið.                                                                       

Eftir sigurin í kvøld er Stjørnan á triðja plássi við 18 stigum fyri 14 dystir, Neistin er á fjóðra plássi við 16 stigum fyri 12 dystir, meðan StÍF er á fimta plássi við 8 stigum fyri 14 dystir. Stjørnan og StÍF hava fýra dystir eftir at leika, og vil tað siga, at StÍF ikki kann innheinta Stjørnuna. Oddalið eru Kyndil og H71, bæði liðini hava 21 stig.                                                                                                                   

Sum væntað, so vann Stjørnan greiðan sigur á botnliðnum EB í kvøld. Eftir hálvleiksstøðuna 16-5 til Stjørnina, endaði dysturin við stórsigri 34-16 til heimaliðið.                                                                                    

EB hevur eitt ungt og óroynt lið, og hóast mótstøðan í kvøld var stór, so góvu tær ongantíð upp, og vóru væl betur við í seinna hálvleiki.                                                                                               

Eftir komandi vikuskifti verður ein steðgur í landskappingini í ein mánað, tí næsta mánaðin verður steypakappingin avgeidd. Fyrsti dysturin hjá Stjørnuni í steypakappingini verður á heimavøllin hóskvøldið 19. januar í móti StÍF.

Málini hjá Stjørnuni í dagsins dysti skutu: Durita C. Jojic 12, Jancy Jacobsen 5, Tóra Eliasen 5, Durita L. Johansen 4, Sonja S. á Bergi 2, Katrin Bertholdsen 2, og Mina S. Henriksen, Lulia Nalviko og Malene Madsen hvør sítt mál.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista
Veðrið um vikuskiftið
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…
- Hettar var eitt heilt fantastist úrsli…
Seinastu dystirnir í grund­spælinum
At binda eina kenslu
Kamping- og viðfestisvog­nar í Klaksvík s…
Betri Oyggja­leikir avdúka maskott
Ein hjartans tøkk
Fimm norð­oy­ingar á ting
Tomislav Sivic í Klaksvík
Det er os der står herude og banker på
Nýtt talent í KVF
Ársfrágreiðingin 2025: Góður rakstur í e…
Sigurshar­rin vitjar Norðlýsið