Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ein radari í Føroyum hóttir neyvan landið, metir Forsvarets Efterretningstjeneste. Tað kann ein útbygging í Thule hinvegin gera. | Mynd: slks.dk

Danir: Radarin neyvan nøkur hóttan

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.01.2022 - 16:04 Politikkur Tíðindi

Sambært Forsvarets Efterretningstjeneste fer ein radari í Føroyum ikki at hótta Føroyar. Danskir myndugleikar hava longu mett ein radara í Føroyum at vera fyriuttan nakran strategiskan týdning og av tí sama ikki áhugaverdan fyri eitt nú russar. Møguleiki er tó fyri, at Russland reagerar ímóti útbyggingum í Norður-Grønlandi.

Í tilfarinum, Norðlýsið hevur sæð, verður mett, at ein styrking av Thule-basanum í Grønlandi hevði verið uppfatað sum ein beinleiðis aggressión ímóti Russlandi, men tað hevði ein lofteftirlitsradari í Føroyum ikki. Hetta tí at radarin í Føroyum bara veitir betri eftirlit innanfyri búskaparliga økið hjá Føroyum sjálvum, og tískil ikki útger nakra hóttan fyri russar.

Ein tungtvigandi grundgeving er eisini, at her í Føroyum áður hevur verið ein samsvarandi lofteftirlitsradari heilt fram til 2007, sum Russland ikki so frægt sum gjørdi viðmerkingar til, og enn er onki komið fram, ið bendir á, at Russland hevur broytt sína støðu munandi síðani tá.

Kelda (tilfarið um føroyska radaran er á s. 25):

https://www.fe-ddis.dk/da/nyheder/2021/udsyn-2021/

Lýsing
Seinastu tíðindini
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…