Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sídlembingur

SKRIVAÐ: Eyðun Mohr Viderø  |  12.01.2022 - 23:55 Lesarabrøv Politikkur

Nú tykir mær, at hesir "Sídlembingar" hava ynski um at knasa Fólkaflokkin, men eg rokni við, at ágongan í haganum er eins hagføst, sum áður!

 

Yvirskriftin er eitt áhugavert orð í hesum politisku ófriðartíðum.

Her snýr tað seg um lomb, ið eru serliga seint á ári lembd, og síðan hava eina serliga tilveru.

Gerandisdagurin hevur annars sína føstu rútmu. Ærnar lemba nærum allar samstundis. Lombini fylgja síðan mammuni, noyðast seinni at klára seg sjálvi ,men við  kenslu av, hvar í haganum tey hoyra til.  Tí er allur seyður so hagfastur.

Vanliga sleppa seyðamenn oftast lombum, meðan ærin enn livir, og kenna tey seinni sítt pláss í haganum.

Men tað kann vera ymist hjá sídlembingunum. Hava teir verið nóg leingi hjá mammuni, og kenna teir sítt pláss í haganum?

Hesin reglubundni tilveruháttur tykist ikki vera eyðkendur í politiska umhvørvi.

Fólk bjóða seg fram fyri flokkar, verða vald, men síðan síggi eg bert uttan tamarhald, ótamda kravmentan! "Eg skal hava løn, eg skal hava avgerarrætt"!. Og eg spyrji: Hvar er ideologiin? Ongin svarar mær, tí í teirra umhvørvi er ongin til!?

Hugsi um mína tíð í politiska heiminum. Byrjaði í 1960/61, formaður í Ungmannafelagnum Fram hjá Fólkaflokkinum. Aftaná 1966 fyri at fáa Demmus Hentze valdan.  Havi síðan vunnið/tapt. Valdur løgtingsmaður 1984, seinni varamaður fyri John Petersen. Havt manga keðiliga løtu, men havi altíð ásannað, at tað er veljarin, ið avgerð politisku avgerðina hjá øllum í Løgtinginum, og havi kortini ongantíð verið "bittur" um tað!

Nú tykir mær, at hesir "Sídlembingar" hava ynski um at knasa Fólkaflokkin, men eg rokni við, at ágongan í haganum er eins hagføst, sum áður!

Borgarliga vinnuflokkin kann samfelagið ikki vera fyri uttan, og serliga er tað neyðugt at hava flokk við hugflogi um at skaffa inntøku til landi, við íløguhugi til gagns fyri skip, manning og virki á landi. Hesi gagnnýta fólksins ogn og føra fong til lands, so hini krevjandi hava nakað at fara eftir.

 


Eyðun Mohr Viderø

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóla­heilsan frá Fram Prince
Jóla­heilsan frá Bourbon Topaz
Jóla­heilsan frá Kongsborg
Jóla­heilsan frá Samskip Kvitnos
Jóla­heilsan frá Hav Skandic
Jóla­heilsan fra Tuugaalik
Føroyar og Bretland gjørt semju um fiski…
Jóla­heilsan frá Gadus
Aftur um jólini
Havstovan: Fiski­dagatalið hjá bólki 2, 3…
Jóla­heilsan frá Reginu C
Jóla­hielsan frá Nataarnaq
European Meterologial Society heiður til…
Stóra tøkk fyri mín 70 ára føðingardag
Greining: Beinir á brúnni
Besta árið hjá Klakki nakrantíð
Miriam og Niels Vang í Betesda mánakvøld…
Hvat stendur uppá spæl?
Lars Løkke er í Føroyum
USA skal vísa virðing, sigur Løkke