Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyingar, integrasjón og samkoman

SKRIVAÐ: Lindin  |  15.01.2022 - 10:00 Mentan Tíðindi

Nú eru kanska yvir 3000 fólk, sum eru fødd í øðrum londum, sum eru búsitandi í Føroyar. Vit hava ikki beinleiðis flóttar, men tað eru nógv arbeiðsfólk, sum eru til Føroyar at arbeiða. Bæði rík og minni rík fólk.

Vit føroyingar halda ofta, at vit eru gestablíð ímóti øllum, men tíanverri siga nógvir tilflytarar, at tað er ikki hetta tey uppliva. Kanska er tað tí at hetta er komið so óvart á okkum, at vit - eitt sindur seigligir føroyingar - ikki hava fingið latið eyguni upp fyri hesum veruleikanum.

Spurningurin er eisini, hvussu kirkjur og samkomur fara um hendan veruleikan, at tað nú eisini eru nógvir tilflytarar í Føroyum. Elisabeth Poulsen búði saman við tveimum døtrum í norðara parti av Århus, har hon saman við einari aðrari familju frá Århus Valgmenighed tók kontakt til nógvar tilflytarar og flótta fólk í Århus Nord.

Elisabeth fortelur um sínar royndir frá Århus Nord og speglar til okkara veruleika í Føroyum í dag við so nógvum tilflytarum. Hon avbjóðar samkomum og kirkjum at koma upp úr okkara lenistóli og gleðast og læra av teimum nýggju grannunum vit hava fingið.

Elisanbeth Poulsen arbeiðir í løtuni í Liberia við einum projekti hjá Promission.dk og “Tæn Afrika”. Elisabeth Pouslen, frá Skála, er útbúgvin lærari og hevur lisið námsfrøðiliga sálarfrøði. Tað er Jóhannes Miðskarð í Lindini, sum ger 20 min. langa interviewið sum kann hoyrast her: https://samrodur.transistor.fm/episodes/foroyingar-integrasjon-og-samkoman

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir