Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkingur skal venja NSÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  14.01.2022 - 21:20 Ítrottur Tíðindi

NSÍ hevur sett venjara.

NSÍ skrivar:

Vit eru errin av at presentera okkara nýggja høvuðsvenjara, álopslegenduna Toda Jónsson. Talan er um tann føroyska leikaran, ið er komin longst sum yrkisleikari. Á einum sterkum FCK-liði var Todi ein av profilunum, og hann skoraði heili 68 mál fyri FCK. Talan er eisini um eina av okkara størstu landsliðslegendum.

Todi hevur venjaraútbúgving frá ProAcademy, ið hevur eitt ógvuliga breitt fokus á fjølbroyttar venjingar, lívsstíl, heilsu og styrki. Hartil er hann DBU-T venjari, ið er ein serlig útbúgvin til fyrrverandi yrkisleikarar. Todi fer skjótast møguligt í gongd við A-licens.

NSÍ hevur sett tveir venjarar afturat. Poul Helgi Jacobsen og málmanslegendan Jens Martin Knudsen, ið eru væl kendir í felagnum, koma at vera ein partur av nýggja venjaratoyminum. Teirra innsatsur og ávirkan hevur ikki ligið eftir, hvørki á ella uttanfyri vøllin. Báðir hava hægstu venjaraútbúgvingina hjá FSF.

Venjaratoymið verður sostatt Todi Jónsson, Poul Helgi Jacobsen og Jens Martin Knudsen.

”Tá NSÍ nú satsar lokalt, so er Todi eitt upplagt val sum venjari. Hann kann geva íblástur til okkara lokala og relativt unga hóp. Longu í 2009 stovnaði hann TODI FODBOLD COACHING, sum bjóðar persónliga venjing til børn og ung. Við hesum royndum – sum yrkisleikari og persónligur venjari – er Todi Jónsson eitt natúrligt val til at útvikla okkara leikarar enn meira”, sigur Dánial Hansen, formaður, við heimasíðuna hjá NSÍ.

Við legendum á síðulinjuni – heilt frá málmanspostinum fram í álopið – eru vit í NSÍ sera spent uppá eitt kappingarár, har fokus verður á menning av okkara góða hópi, ið bæði inniheldur royndar profilar og ung talent.

Vit gleðast um at Jens Martin og Poul Helgi taka enn eitt tørn fyri NSÍ, og vit fara at ynskja Toda Jónsson vælkomnum til vøllin við Løkin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…
Kára Sigurðsson Danmarksmeistari fyri FC…
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála