Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd frá YouTube rás | Mynd: Betesda

Betesda opnar ordiliga upp aftur sunnudagin 23. januar 2022

SKRIVAÐ: Áron Sofus Høgnason Vest  |  20.01.2022 - 08:20 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindaskriv Tíðindi

Leiðslan í brøðrasamkomuni í Betesda boðar nú frá, at sunnudagsmøtini - breyðbróting (minnismáltíð HARRANS), sunnudagsskúli og evangeliskt møti - byrja aftur sunnudagin hin 23. januar 2022.

Leiðslan skrivar soleiðis á almennu síðu teirra á Facebook:

"Sunnudagin 23. januar byrja møtini og sunnudagsskúlin aftur.

Komandi sunnudag, 23. januar 2022, kunnu vit umsíðir aftur bjóða til breyðbróting, sunnudagsskúla og evangeliskt møti – verið hjartaliga vælkomin.
Eftir at vit nú í nakrar vikur hava hildið møtini mitt í viku, er tíðin nú komin at lata enn meir upp fyri virkseminum í Betesda.
Seinastu vikurnar er virksemið í samfelagnum sum heild latið alsamt meir upp, og myndugleikarnir hava stigvíst linkað tilráðingarnar.
Tað er í tráð við hesa gongd, at vit í leiðsluni fyri Betesda nú hava tikið avgerð um, at vit frá og við komandi sunnudegi byrja aftur við møtunum og sunnudagsskúlanum.

Sostatt verða vikuligu møtini í Betesda nú hesi:

Sunnudag: Kl. 11:00 Breyðbróting
Sunnudag: Kl. 12:30 Sunnudagsskúli
Sunnukvøld: Kl. 18:00 Evangeliskt møti
Mánakvøld: Kl. 20:00 Bønarmøti
Mikukvøld: Kl. 20:00 Uppbyggingarmøti
Hóskvøld: Kl. 20:00 Ungdómsmøti
Leygarkvøld: Kl. 21:00 Opið hús

Tiltøkini verða framhaldandi hildin í tráð við almennu tilráðingarnar. Mint verður á at halda frástøðu og handreinføri.

Vit gleða okkum at síggja tykkum – hjartaliga vælkomin!

Leiðslan"

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi