Lýsing
Lýsing
Lýsing
Varpið og Varpabrúgvin niðast á myndini, sum er tikin í 1969. Sløkkiliðsstøðin heldur til á hesum stað í dag. | Mynd: Umhvørvisstovan

Ikki skilagott at flyta staðarnøvn

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.01.2022 - 14:18 Leiðarin Mentan

Nógvar meiningar hava verið frammi um, hvørt tað er rætt at nevna nýggja mentanarhúsið fyri “Varpið”. Í fyrstuni var hildið, at navnið var snøgt, men nú eru alsamt fleiri komin fram við síni hugsa um, at tað ikki er so heppið. Serliga tí tað longu er í brúki.

 

Tað er kanska ikki so ofta, vit hoyra orðið Varpið í dag, men tá Kjølbro hevði timburhandil á Varpinum, var tað ofta at hoyra. Og mong minnast Varpabrúnna við nostalgi. Tað kann tí undra, at valt er at fara 500 metrar suður eftir í Fornagarðar við navninum, og tí kann tað ørkymla fólk. Tí hvat meinast tað við, tá fólk siga, at tey fara “á Varpið” framyvir?

Uppskotsstillarin hevur sjálvandi onki gjørt skeivt og kann ikki lastast fyri nakað. Tað løgna er, at nevndin, ið hevur tikið støðu til navnið, ikki hevur hugsað um mentanina og søguna hjá navninum Varpið. Navnið hevur framvegis nógv at siga fyri fleiri klaksvíkingar, ið minnast upprunaliga Varpið, og hóast tað ikki so ofta er at hoyra í dag, er tað alt ov tíðliga – og skeivt – at siga, at navnið er farið í søguna. Tað er tað ikki - tað er kjakið um dagarnar besta prógvi um. 

Umframt hetta er navnið longu tikið og er hjánavn hjá eini fyritøku hjá Símuni á Høvdanum. Hann sigur seg ikki vilja lata kommununa fáa navnið, og spurningurin er, um kommunan tá í heila tikið hevur rætt til at brúka tað. Tað er skrásett hjá Skráseting Føroya.

Í almenna kjakinum, sum er farið víða og enn koyrir, koma fleiri onnur góð uppskot fram. Tað er ikki okkara uppgáva at taka støðu til tey, og tí nevna vit tey ikki her í greinini. Men fleiri teirra eru góð, og eru ikki staðarnøvn, sum longu eru í brúki.

Kommunan kann sjálvandi ikki fara inn og ógilda navnakappingina, og virðislønin skal sjálvandi standa við. Men tað fer onki av eini kommunu, um hon viðgongur, at hon hevur gjørt eitt mistak, og so antin skipar fyri nýggjari navnakapping, ella tekur støðu til eitt annað navn úr farnu kapping.

Atfinnararnir hava rætt í, at tað ikki er heppið at flyta staðarnøvn, og ein teirra hevur gjørt vart við, at staðarnavnið “Heygar” liggur á skeivum staði. Hesin hevur púra rætt í, at tað var óheppið at flyta navnið, tí nú ivast fólk í, hvar í Klaksvík Heygar liggja. Gamla staðið eitur jú framvegis so. Júst tað sama fer at henda við Varpinum; navnið fer at ørkymla meira, enn tað fer at gagna.

Enn er ikki ov seint, hóast onkur heldur tað. Við at finna eitt nýtt navn slepst undan kegli um, hvar Varpið er, eins og møguleikin fyri løgfrøðiligum eftirspæli, tí navnið longu er skrásett, verður av ongum. Hetta eftirspælið kann annars eisini saktans vísa seg at forða fyri, at navnið kann brúkast.

Býráð og navnanevnd: Gerið nú tað rætta. Latið ikki stásiliga mentanarhúsið í Klaksvík byrja sum eitt klandursmál.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár
Talvkapping fyri børn á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­framsýningin 2026
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik
Sløkk nú skermin og kom á plenuna !!
Ikki gott í væntu fyri nýrasjúkl­ingar no…
Konsert við Siloakóri­num mikukvøldið 27.…
1.d vitjar umborð á Pison
Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum
Upptakt: KÍ-AB
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda
Kom og set Føroyar fremst – Tilfeingisgj…