Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bollafabrikkin aftur til heiður og æru

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  24.01.2022 - 17:47 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Húsið har Klaksvíkar Hermetikk helt til upp til 60-ini kemur nú aftur spakuliga til æru. Karl Johansen, borgarstjóri sigur, at Klaksvíkar Kommuna keypti bygningin og yvirhæddina frá útróðrarmonnunum, ið áttu egningarskúrarnar í bygninginum.

Tað hevur gingið væl við ístandseting av bygninginum. Vindeyguni eru skift, hurðar eru komnar í og byrja er at bjálva og klæða bygningin uttan.

Um ætlaninar við bygninginum sigur Karl Johansen, at fyribils er tað so, at býráðið hevur ogna sær yvirhæddina, í meðan útróðrarmenn eiga egningarskúrarnar við frystigoymslum í undirhæddini.

Saman við útróðrarmonnum er ætlanin, at teir sum hava tørv á tí, fara at kunna leiga sær goymslupláss í yvirhæddini afturat tí teir eiga í undirhæddini.

Hetta er ein áhugaverd og spennandi ætlan, sigur Karl Johansen víðari, tí kanska fer meira at henda her einaferð framyvir, tí nú tætt er og bygningurin er bjálvaður, er pláss fyri at annað virksemið eisini kann vera í bygninginum. Millum annað er nógv søguligt tilfar frá Klaksvíkar Hermetikk, tá virkið var aktivt, komið fram aftur í ljósmála, so møguleikar eru at arbeiða víðari við onkrum søguligum um tað tíðina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja