Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ormurin Langi domineraði 10-mannaførini árini 2018-2020. Her eftir ólavsøkusigurin í 2020. | Mynd: Jan Herman Hansen/RSF

Neyvan nakað 10-mannafar úr høvuðsstaðnum við í ár

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  25.01.2022 - 20:03 Ítrottur Tíðindi

Fleiri bátar fara møguliga at bjóða seg fram, men fleiri 10-mannafør verða ikki at síggja, ið hava róð síðstu árini.

Ormurin Langi verður ikki við

Føroyameistarin 2018, 2019 og 2020, Ormurin Langi, verður ikki við í ár. Ormurin Langi gav Klaksvíkingi harða kapping á onkrari stevnu í 2021, men tað verður ikki blái báturin, sum bjóðar av í ár. Norðlýsið hevur tosað við ein av teimum, sum hevur róð við síðstu árini, Bárður S. Guttesen.

- Tað vísti seg, at tað vóru bara tríggir eftir frá manningini í fjør, sum vóru klárir aftur. Síðani hava vit roynt at fingið manning, men tað hevur ikki eydnast og fyri viku síðani bleiv tað endaligt, at Ormurin Langi rør ikki í ár, sigur Bárður S. Guttesen.

 


Velja helst Ørv framum Havnarbátin

Síðstu árini hevur Havnarbáturin róð við ungari manning. Men tað er ivasamt, um hann verður við í ár. Norðlýsið hevur tosað við ein av rógvarunum, og hann sigur, at tað er ikki endaligt, men helst verður tað so, at teir fara at manna 8-mannafarið Ørv heldur. Tað er tó ikki heilt avskrivað, at rógva við 10-mannafarinum.

 

Sostatt bendur nógv á, at einki 10-mannafar verður við úr høvuðsstaðnum í ár. Tað er sera sjáldsamt, hóast tað er hent áður.

 

Í Norðlýsinum fríggjadagin viðgera við luttøkuna hjá 10-mannaførunum, har vit tosa við umboð fyri Norðing og Eysturoying um, hvussu tað gongur at manna teir bátarnar. Vit kunnu tó gleðiliga avdúka, at nógv bendur á, at tað verða avbjóðarar til Klaksvíking.

Lýsing
Seinastu tíðindini
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…
Kára Sigurðsson Danmarksmeistari fyri FC…
KÍ kom yvir marrubyrjan og vann greiðan…
KÍ vann 4-1 á Skála
Nýggj VAR-regla kann gera enda á filming
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki