Lýsing
Lýsing
Lýsing
Adrian Justinussen til royndarvenjing í AC Horsens | Mynd: AC Horsens

Silly-season (fótbóltsslatur)

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.01.2022 - 14:16 Ítrottur Tíðindi

Nógvar flytingar hava verið í føroyskum fótbólti seinastu vikurnar. Bæði millum føroysk feløg og millum útlendsk og føroysk feløg.

Seinasta nýggja er, at Adrian Justinussen, sum var bjóðaður niður aftur til AC Horsens at vísa seg fram, ikki fær sáttmála í skrivandi stund. Møguleiki er tó, at hetta kann broytast í summar.

Í HB verður hugt eftir styrki uttanlands, nú nýggji danski venjarin er komin uppá pláss. Eisini eru onkrir HB´arar, sum kunnu enda uttanlands. Td. Daniel Johansen, sum hevur verið í FC Fredericia og royndarvant. Eisini hoyrist, at áhugi er í øðrum HB´arum frá útlandinum.

B68 fær 2 afrikanarar til royndarvenjing skilst á lagnum. Spennandi verður at síggja hvat støðið teir kunnu koma við.

Olaf Bárðason hjá Víkingi var í síðstu viku og royndarvandi við Lyngby BK í Danmark. Sum skilst, fer Lyngby at fylgja gongdini hjá Olaf fram til summar.

Í Klaksvík hoyrist, at møguliga verður ein ella tveir leikarar kunngjørdir afturat. So spennandi verður at síggja nær ljós aftur er á KÍ loftinum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kann blíva vánaligasta byrjan hjá KÍ í 1…
Vitjan av stuðli
Grindamanna­felagið: Áheitan til landsins…
Fríðka um Rótina
Felagið Føroysk Marknaðar­fólk endurstovn…
Styrk títt netverk við COST
Thetis hátíðarheldur 10 ár sum føroysk k…
Ein bóndi og ein allahanda­maður
Felags tilfeingi, ábyrgd og avrokning í…
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási
Skera ein hval upp á Skúlatrøð í morgin
Jóla­konsert við Sissel og Eivør Við Tjar…
Mjølnir hevur aðalfund 19. mai
Bústaðir styrkja fíggjarliga grund­arlagi…
Forkanning um vitlíki handað lands­stýris…
Klaksvík fingið hvalir úr Vágunum
Veronika Petersen skúla­stjóri á Fossánes…
Skapa eitt listaverk
B36-KÍ verður leygar­dagin