Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Dávur Winther

Við torradøgum byrjar lívið aftur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.01.2022 - 10:30 Leiðarin Mentan

Eftir at tey allarflestu hava upplivað at vera meira ella minni avbyrgd í fleiri umførum seinastu tvey árini, hómast nú ein vanligur gerandisdagur aftur. Og tað er gott. Men uppaftur betur enn vanligir gerandisdagar eru serstakir dagar, har fólk kunnu savnast til tiltøk, áhugamál, hugna og felagslív. Fyrsta stóra tiltakið í Føroyum, nú løgmaður hevur sett exittilgongdina frá Corona í gildi, verða Torradagarnir í Klaksvík.

 

Skráin er ikki liðug enn, men við Norðlýsið sigur Dávur Winther, at tey taka sær ongi óráð fyri. Dagarnir verða tí ikki so pinnpakkaðir, sum teir onkuntíð hava verið, og harvið sýna fyriskipararnir, at teir eru ábyrgdarfullir í sínum parti av tilgongdini at lata upp aftur.

Um karmarnar vita vit, at torradagarnir byrja mánadagin tann 21. februar og enda leygardagin 26. februar. Men fyri tey, ið vilja byrja fyrr ella enda seinni, so verður finalan í Klaksvíkskappingini sunnudagin tann 20. februar, dagin fyri torradagaskránna, og føstuguðstænasta verður sunnudagin tann 27. februar – og hvør veit, um ikki annað ella bæði hesi sníkja seg inn á skránna, tá hon verður endalig?

Søguliga eru torradagar serstaka góð fiskitíð. So góð, at prestur játtaði at flyta guðstænastuna til um kvøldið í torra, so menn sluppu til útróðrar um dagin. Hetta sambandið millum tað andaliga og verðsliga, og at bæði hava virðing hvør fyri øðrum, gongur aftur gjøgnum alla søguna. Mánaðurin eftir torra í fornu tíðarrokningini eitur góa, og tá løgdust menn upp á land at dyrka jørðina, tí tá fór aftur at grógva eftir veturin.

Tað er í hesum anda, at torradagarnir eru fyriskipaðir. Fiskivinnan setir nú sum tá dagsskránna, men verður flankerað av alskyns tiltøkum, har øll eru vælkomin, ikki minst landkrabbar. Fiskivinnutingið er høvuðstiltakið á døgunum, og ætlanin er, at tað aftur skal vera tað í ár. Verður tað sum vant, verður pallborð við umboðum fyri politisku flokkarnar, ið skulu umrøða fiskivinnulóggávu og -karmar, vanliga fyri fullum húsi av áhoyrarum, spyrjarum og viðmerkjarum.

Skráin fer eisini at bjóða upp á framløgur og hugnaløtur seinnapartar, og tá verður tað fyrst og fremst Smæran, ið verður karmur. Um kvøldini er ætlanin at hava kvøldsetur í Miðhøllini á Skúlatrøð, og arbeitt verður við, at fiskivinnutingið 2022 eisini verður har. Norðlýsið fylgir spent við fyrireikingunum og skránni.

Serfrøðingurin Pál Weihe sigur, at vit helst fara at síggja Coronafarsóttina “toppa” um 2 vikur, og síðani fer at ganga rætta vegin aftur. Hevur hann rætt, so kemur sóttin á aldukambin eina viku inn í februar, og eina viku eftir tað fer tað at dala aftur. Vit skulu sjálvandi ikki ynskja nakran sjúkan, men verður hetta gongdin, so sær tað rímiliga bjart út fyri, at torradagarnir kunnu haldast tríggjar vikur inn í februar – tá eru vit komin yvir tað ringasta.

Dávur Winther sigur, at um smittustøðan ikki er nøktandi, so verður tað tikið upp til ta tíð. Men í løtuni verður arbeitt, sum um farsóttin er farin at leggja seg tá. Tað skal eisini vera okkara vón.

At síggja til gongur alt móti bjartari tíðum, og torradagarnir verða bæði vónandi og væntandi eitt kærkomið punktum fyri Corona.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár