Lýsing
Lýsing

Farvæl, Corona

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.02.2022 - 14:45 Leiðarin

Landsstýrið gongur nú á odda fyri øll londini í Europa við at fara undir sína “exit-strategi” og at avtaka Corona-átøkini so líðandi. Hetta er eitt sats, men skil tykist vera í.

Læknavísindini taka undir við eini varisligari avtøku og normalisering av viðurskiftunum, hóast tey sjálvsagt eru ábyrgdarfull og mæla til at vera varin. Og tað skulu vit sjálvandi, samstundis sum vit endiliga byrja at liva aftur.

 

Í einum stak áhugaverdum bloggi skrivar okkara egni Bergur Jacobsen, at Læknastríðið ongan vinnara hevði. Og hann hevur púra rætt; har vóru bara taparar. Vit hava eina líknandi støðu nú. Onkur sigur, at vit geva upp, og at Corona hevur vunnið. Men er tað veruliga so? Virusið hevur eisini tapt, nú vit avtaka átøkini og byrja at liva sum vant aftur. Stríðið hevur kostað nógv, men vit kunnu sagtans reisa okkum og koma styrkt burturúr tí. Og tað fara vit at gera.

 

Hálvgum í skemti, hálvgum í álvara, hevur Føroya løgmaður hoyrt nógv fyri, at hann er runnin aftaná Mette Frederiksen, tá tað kemur til átøk ímóti Corona. Løgmaður hevur javnan havt sínar tíðindafundir ein ella tveir dagar eftir, at danski forsætisráðharrin hevur haft sínar. Og tilmælini hava líkst heilt nógv. Hesa ferð var tað tó øvugt; løgmaður fór sum tann fyrsti europeiski stjórnaleiðarin undir eina exit-strategi, og danski forsætisráðharrin fylgdi tropp.

 

Onnur lond, eitt nú Noreg, halda hetta vera ov tíðliga. Kanska tey hava rætt, men at síggja til er tað forsvarligt at gera, sum Landsstýrið og nú eisini danska stjórnin gera. Smittutilburðirnir eru sera nógvir í tali, men Omikron-varianturin tykist als ikki hava sama brodd sum teir undanfarnu, og innleggingarnar á sjúrkahús er stak fáar. Heilsuverkið er ikki undir trýsti, og hóast summi gerast rættiliga sjúk, er talan sjáldan um veruligan vanda fyri tann sjúka. Tað kann tí væl vísa seg, at vit gjørdu rætt við at ganga á odda í Europa við at bjóða Coronu farvæl.

 

Her á redaktiónini er ongin ivi: Tað er tí ótrúliga innsatsinum frá føroysku heilsustarvsfólkunum at takka, at vit eru komin so væl undan. Koppsetingarnar hava haft ein høvuðsleiklut í at fáa virusið at mutera seg sjálvt til at vera eina smittu, ið nú mest av øllum er farið at minna um beinkrím ella influensu. Og tað er teimum hundraðtúsundstals kanningunum, sum heilsustarvsfólkini hava staðið í alskyns veðri og framt, fyri at takka, at virusið ikki slapp at herja ótarnað. Tað er ógjørligt at takka heilsustarvsfolkunum nokk, men vónandi fáa tey eina klekkiliga viðurkenniig til næstu sáttmálasamráðingar. Tað hava tey uppiborið.

 

Her í Klaksvík brynja vit okkum til at bjóða Coronu farvæl og vanliga gerandisdegnum vælkomnum aftur. Klaksvíkar kommuna og KÍ fara at markera endan av Coronaátøkunum við ávíkavist Torradøgum og Klaksvíkskapping beint eftir at tilmælini verða linkað 15. februar, og er tað nakað, vit bjartskygd síggja fram til.

 

Eydnast strategiin hjá Landsstýrinum, og tað bendir mangt á, at hon fer at gera, so fáa vit ein serstakliga kærkomnan gerandisdag aftur, bæði privatpersónar, vinnulív, heilsuverk, skúlaverk, kommunu og myndugleikar. Tí tað sum hendir nú er altso tað, vit hava stríðst fram ímóti í samfull tvey ár – ein útveg frá farsóttini.

 

Bergur Jacobsen skrivar í blogginum um læknastríðið, at so skjótt stríðið varð av, so løgdu fólk tað aftruum seg og hugdu frameftir. Tað er okkara vón, at tað sama fer at henda við Corona.

 

Lætum okkum nú standa saman aftur og hyggja frameftir.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ikki rætt á Djúpumýru í morgun
Thorvald vakt ans uttanlanda
Undirsjóvarakvarium
Ein sera stórur tunfiskur á Sjómannadegn…
Ráðstevna: Miðlar á vegamóti
Flogbóltsk­vinnu­r­nar byrja nú Eurovolley…
Vágin kókaði í gjárkvøldið
Skúlin byrjar aftur hósdagin
ÍSF bjóðar aftur til Skúla­leikir
Svim um vágna
Ægir tilmeldingardag
Børnini í Vestmanna skúla hava uppiborið…
VistGrøði hevur fingið nethandil
Ferðalagið hjá kvinnunum er komið til Ky…
Við Føroya Sjómannadegi og Erlu Kongsdót…
Sjómannadagur úti í Klaksvík
Bjørt spyr um ríkisveiting og fíggjar­lig…
Áhugaverdur fyrilestur um fornar búsetin…
Eyðun av Reyni í Gamla Seglhúsinum
Krabbamein – ein ring sjúka