Lýsing
Lýsing
Lýsing

Talgildi heimurin broytist alsamt skjótari – megnar eldra ættarliðið í Føroyum at fylgja við

SKRIVAÐ: Hansa Hansen  |  09.02.2022 - 09:06 Tíðindi

Summi av okkum minnast væl tíðina áðrenn internetið. Tíðina, tá vit øll lósu, hoyrdu og sóu tey somu tíðindini. Tá vit máttu skriva eitt lesarabræv og síðani fara á posthúsið við tí, um vit vildu, at fleiri enn okkara nærmastu skuldu hoyra okkara meining. Føroysku bløðini, føroyska útvarpið og føroyska sjónvarpið var almenna rúmið, har vit kjakaðust um tað, sum var aktuelt.

Men so kom internetið. Gjøgnum 90'ini og fram til í dag hava vit sæð almenna rúmið broytast so nógv, at tað als ikki kann samanberast við almenna rúmið fyri einans 25 árum síðani. Almenna rúmið er mestsum alt talgilt, og pallarnir, har við kunna okkum og kjakast, eru ikki føroyskir pallar, men risastórar útlendskar fyritøkur, so sum Facebook og Twitter. Internetið, og serliga sosialu miðlarnir, eru nú ein stórur og týdningarmikil partur av gerandisdegnum hjá flest okkara. Og tey eldru eru onki aftanfyri. Sambært kanning, sum Lóður gjørdi fyri Talgildu Føroyar í 2019, brúka sløk 70% av føroyskum borgarum yvir 60 ár Facebook dagliga ella fleiri ferðir um dagin.
 
Ein positiv broyting við vansum
Tað er á sosialu miðlunum,vit meira og meira ikki einans kunna okkum um tað nýggjasta og kjakast, men eisini halda sosialu sambondini við líka.
Á ein hátt kann stóra broytingin í almenna rúminum sigast at vera positiv. Sosialu miðlarnir eru pallar hjá hvørjum einstøkum borgara at taka lut í fólkaræðiliga kjakinum, og borgarar hava ongantíð havt so góða atgongd til kunning sum nú. Fyritreytirnar fyri einum uppbyggjandi almennum kjaki millum borgarar eru betri enn nakrantíð.
Talgilda menningin hevur eisini havt við sær, at fólk hava fingið nýggjar og fleiri møguleikar at vera sosial, og hetta kann fyribyrgja einsemi. Umframt hetta kunnu alskins ørindir nú avgreiðast heimanífrá á internetinum. Alt hetta kann sigast at vera ein positiv menning, serliga fyri tey eldru. Men fyri at menningin veruliga skal vera gagnlig, er avgerðandi, at tey eldru duga at brúka internetið og eru før fyri  at gagnnýta nýggju hentleikarnar.
 
Tað er nevniliga nakrir vansar við hentleikunum, teir eru millum annað, at ósonn tíðindi – falstíðindi – verða mistikin fyri at vera sonn, og at brúkarar ótilvitað geva persónsupplýsningar frá sær tá teir brúka mongu nýggju hentleikarnar.
 
Tey eldru hava truplari við at fóta sær
Nýggjar kanningar í Noregi og Danmark avdúka, at tey eldru hava ringt við at uppdaga falstíðindi á netinum, og at fleiri teirra kenna seg ótrygg á netinum og ynskja sær hjálp til at ferðast trygt á netinum. 
Júst førleikin at duga at skilja ímillum fup og fakta á netinum er umráðandi. Ikki einans í sambandi við at deila falstíðindi. Miðlaførleiki, sum tað kanska kann kallast, merkir, at fólk klára seg á netinum. At tey eru før fyri at uppdaga teldusnýkar, at tey vita hvussu teirra persónsupplýsingar verða brúktir og at tey duga finna álítandi kunning um heilsu og annað.

Miðlaførleiki – førleikin at skilja millum fup og fakta á netinum

Tá tey eldru í Føryum verða spurd, um tey halda, at tey megna at skilja, hvørji tíðindi á netinum eru álítandi, og hvørji ikki eru, svara 14,3 prosent av teimum, at tey als ikki, í lítlan mun, ella ikki vita, um tey megna hetta. Meira enn helmingurin sigur, at tey í ein mun megna at skilja ímillum álítandi og óálítandi tíðindi, og ein lítið triðingur siga, at tey megna hetta sera væl. Hetta vísir ein kanning, sum Fyndin í Oktober 2021 gjørdi í samstarvi við Spyr.fo.

Góð 14% av teimum eldru í Føroyum siga, at tey als ikki, í lítlan mun ella ikki vita, um tey megna at skilja, hvørji tíðindi á netinum eru álítandi, og hvørji ikki eru tað.

Tey eldru í Føroyum ynskja sær, eins og tey eldru í Norra og Danmark, hjálp til at ferðast trygt á netinum. Gott og væl annarhvør av teimum spurdu svaraðu, at tey kundu hugsað sær betri atgongd, enn tey hava nú, at fingið hjálp og góð ráð um, hvussu tey kunna ferðast trygt á netinum, til dømis til at uppdaga falstíðindi.

Meira enn annarhvør føroyingur í aldursbólkinum 60 til 80 ár kundi hugsað sær hjálp til at ferðast trygt á netinum.

Tá tað kemur til at uppdaga falstíðindi, siga sløk 40% seg antin hava mistikið falstíðindi fyri verulig tíðindi og møguliga eisini deilt hesi tíðindi, ella at tey ikki vita, um hetta er hent.

2 av 5 fólkum í Føroyum í aldursbólkinum 60 til 80 ár siga seg antin hava mistikið falstíðindi fyri verulig tíðindi ella ikki vita, um hetta er hent.

Eingin eigir ábyrgdina  
Olav Sønsteby, eldraráðgevi á Nork senter for informasjonssikring, viðurkennir, at tey í Norra ikki hava gjørt nóg mikið fyri at tryggja, at tey eldru kunna fylgja við í talgildu menningini. Í Føroyum stendur uppaftur verri til. Ulrik Andersen, politistur, er dagligur leiðari á teknisku kanningareindini hjá Føroya Politi. Hann sigur, at trupulleikin í Føroyum, tá tað kemur til eldri á netinum, er, at hetta í veruleikanum ikki er eitt málsøki. Í Danmark er tað Danmarks center for cybersikkerhed, sum hevur ábyrgdina av teimum eldru á netinum, men í Føroyum hevur ongin hesa ábyrgdina. Í roynd og veru er tað eitt stórt hol, tá tað kemur til eldri á netinum í Føroyum. Í sambandi við trygd á netinum, er fokus á stórar fyritøkur og á børn, men tað er ongin, sum tekur sær av teimum eldru.

Í Føroyum er tað ongin, sum hevur ábyrgdina av trygdini hjá teimum eldru á netinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…
Mjølnir endaði kappingarárið við dupultu…
Myndarøð: KÍ vann 3-0 á B68 í kvøld