Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fjøllini klødd í brúðarlín | Mynd: Eydbii myndir

Ein lívsjáttandi vika fyri framman

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.02.2022 - 13:00 Leiðarin

Týðiligt – og hugaligt – er at síggja, at tað nú av álvara fer at ganga ímóti ljósari tíðum. Nógva virksemið í Klaksvík komandi góðu vikuna er kanska besta prógvið um tað.

Klaksvíkskappingin varð skotin í gongd longu farna mikukvøld, og hon byrjaði sera væl, um ein hyggur at henni við bláum brillum, meðan samkensla kortini var við monnunum hjá Toda Jónsson, ið nú er komin at venja runavíkingar. Árni Frederiksberg var dagsins maður og við í øllum 4 málunum, har hann átti 2 sjálvur og legði upp til hini bæði. Dysturin, ið var ímóti NSÍ, endaði 4-2 og sendi KÍ í finaluna sunnudagin.

Kvøldið í kvøld heldur fram í sama anda. Filmurin “Vit eru KÍ”, har eitt filmslið hevur fylgt KÍ fram til føroyameistaraheitið í oktober í fjør, verður frumsýndur fyri innbodnum í Spinnarínum í kvøld. Almenningurin sleppur sjálvsagt somuleiðis at síggja hann, og verður tað í annaðkvøld klokkan 19 á Rás 1.

Leygardagin verður Landbúnaðarstevna allan dagin á Skúlatrøð, og sunnudagin fáa vit so finaluna í Klaksvíkskappingini. Hon stendur millum Víking, sum mikukvøldið vann 1-0 á HB.

Mánadagin byrja Torradagarnir so, og fyrst á skránni er framsýning við Torbirni Olsen í gamla Seglhúsinum. Ein forkunnugur fyrilestur verður við Bjørn Kunoy í gomlu Miðhøllini, og snýr hann seg grundlinjurnar hjá Føroyum og tað søguliga, rættarliga grundarlagið. Harumframt verður bókaframløga við Eyðuni Klakstein um krimiskaldsøguna List og ein næmingakonsert mánadagin.

Tað verður ógjørligt at taka alla skránna ígjøgnum á hesum avmarkaða plássi, og skráin er eisini at finna í fullum líki aðrastaðni í blaðnum og á heimasíðuni. Men nevnast skal tó, at stóra Fiskivinnutingið verður aftur mikukvøldið 23. februar í Miðhøllini á Skúlatrøð. Hetta er vanliga størsta tiltakið á Torradøgum, og ofta hevur verið fullsett. Tiltakið byrjar klokkan 19.

Fleiri fyrilestrar verða at hoyra, bæði “live” og stroymdir, eins og framsýningar, og tað, at 40 ár eru liðin, síðani Simon Pauli Konoy og Líggjas í Bø stovnaðu Com-Data, fer heldur ikki framvið uttan at verða markerað. Karmarnir um ymisku tiltøkini eru Skúlatrøð, Smæran, Betesda, gamla Seglhúsið, Bókasavnið, Christianskirkjan og Skálin. Umframt hetta verður uttanduratiltak, ið er Torrarenning, leygardagin 26. februar.

Av sonnum eru vit nú farin at síggja, at veturin er við at vera av, og at tað gongur ímóti ljósari tíðum. Bæði ítøkiliga og í fluttari merking, tí saman við vetrinum syngur alheimsfarsóttin nú vónandi sítt seinasta vers. Á grækarismessu verða 2 ár liðin, síðani síðstnevnda legði sína køldu hond á Føroyar, og á grækarismessu í ár hava vit sagt henni farvæl og bjóða einum nógv meira vælkomnum gesti, tjaldrinum, vælkomnum aftur at vera.

Tí lívið byrjar veruliga aftur nú. Eftir Torradagarnir kemur fyrst Føstulávint, og síðani verður landskappingin skotin í gongd. Eftir tað kemur grækarismessa. Alt lívsjáttandi á hvør sín hátt.

Við hesum orðum vilja vit bjóða øllum at verða hjartaliga vælkomnum á landbúnaðarstevnu, til Klaksvíkskapping og á Torradagar!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gilli heldur fram í KÍ
Órógv í Tinganesi
Hjarnar vitjaðu Norðlýsið og vit fingu e…
Nýskipa­nar­nevndin kemur við fyrstu tilmæ…
Ruðuleiki og líkasæla valda í landsstýri…
Kirkju­ráð­sval í morgin
KÍ prát í Bláustovu
Tøk grund­stykkir
Páll Klettskarð vitjaði ommu sína
Útróðurin í dag
Borgin 900 pund við snellu
Nú verður lættari hjá føroyskum bryggjar…
Kunning um Suðuroyar­tunnilin
Seinasta freist - melda til áðrenn týsda…
Dalsenni 12.000 pund
Veðrið í vikuni
Gimmi væl fagnaður á Glyvrum
Ungdómar syngja og vitna í Betesda í kvø…
Stóri leiklutu­rin hjá Dávidi B. Andrease…
Sjey nýggir slangukavarar