Lýsing
Lýsing
Nú alt bendir á, at radari aftur verður settur upp á Sornfelli, er umráðandi, at vit ikki lata sundurlyndi fáa takið á okkum í Føroyum | Mynd: Flog myndir

Vit mugu standa saman sum føroyingar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.02.2022 - 09:51 Leiðarin Politikkur

Bæði í Føroyum og úti í heimi er ógvusligt politiskt rumbul í løtuni. Okkara er friðarligt, men so heppin eru tey ikki í eystasta Europa. Og um vit vilja tað ella ikki, so eru vit partur av heimssamfelagnum. Men líkt er til, at álvarin ikki er gingin upp fyri fleiri politikarum í Føroyum, ið vilja blanda onnur áhugamál upp í óhepnu altjóðapolitisku støðuna. Neyðugt er at vit taka lógvatak – saman við Vesturheiminum.

 

Í skrivandi stund spælir Russland við musklunum í eystara Ukraina. Ítøkiliga hevur Russland viðurkent tvey “lond”, ið sambært øllum øðrum eru landslutir í Ukraina, sum sjálvstøðugar tjóðir, og har sæst ein øgiligur hernaðarligur aktivitetur. Tað er ikki heilt greitt, um tað eru landslutirnir sjálvir, ið dubba seg, ella um tað er russisk hernaðarmegi, ið er rullað inn í landslutirnar. Møguliga ein blanding av báðum.

Í Føroyum kundu vit ikki tosa við einari rødd, tá tað kom til hernaðarradaran hjá NATO, ið setast skal upp á Sornfelli. Samgongan tosaði við eini rødd og andstøðan við ikki færri enn tveimum. Alt bendir tí á, at vit fara at fáa radaran, og at tað verður við samtykki úr Føroyum. Ikki einum samdum Føroyum, men hóast alt einum meiriluta í Uttanlandsnevndini og øllum Landsstýrinum.

Men sum um tann ósemjan ikki var nóg ring, so eru umboð fyri teir báðar andstøðuflokkarnar farnir upp at toppast innanhýsis. Var fullveldissamgongan nú á fundi við NATO afturi í 2000, ella var hon ikki. Tað hevur fylt sosialu miðlarnar hesa vikuna, umframt at partarnir keglast á netmiðlunum um sama mál. Vit spyrja: Kann tað ikki gera tað sama?

Tað, ið er umráðandi her, er at vera á røttu síðuni í søguni. Óansæð hvussu væl vit høvdu ynskt okkum tað, so fáa vit ikki verið uttanveltað, sum vit vóru tað í 1917, tá ein týskur kavbátur kom á Borðoyarvík. Síðani tá er heimurin skipaður í felagsskapir, so sum ST, NATO, ES og fleiri aðrar. Og vit eru limir í NATO. Søguliga hava rørslur og politiskir flokkar mótmælt hesum limaskapinum, og teir hava grein í sínum máli, at tað ikki var rætt atborið, at ríkisumboðið meldaði okkum inn í 1952. Men enn eru vit limur, og tað forpliktar okkum.

Vit kunnu hava okkara egnu meiningar um, hvørt tað í heila tikið skal vera nakar radari í Føroyum. Og vit kunnu halda, at tað einasta rætta var, at Føroyar áttu og róku radaran. Tað er eitt sunt og neyðugt kjak, og vit hava longu tikið tað og tað fer helst at halda fram. Men tá nú avgerðin er tikin, eiga vit at virða hana og standa saman um, at radarin uttan iva kemur, og at vit mugu liva við tí og royna at fáa tað besta burturúr.

Vit hava megnað hetta áður. Ein radari hevur áður staðið á sama plássi, og tað var ikki ein vansi fyri okkum undir Kalda Krígnum. Vit gjørdu avtalur við bæði NATO-lond og Sovjettsamveldið, ið bæði vóru á talufót við okkum. Sovjettsamveldið viðurkendi, at vit vóru í parti við NATO, og at tað var ein erlig søk. Teir virdu okkara støðu, og onki bendir á, at Russland ikki fer at virða hana nú. Heldur ikki er nakað, ið bendir á, at russar fara at uppfata tað sum eina aggressión ímóti sær, at vit lata ein radara gera her.

Lat okkum standa saman við NATO í hesum málinum. Heimssøgan fer uttan iva at vísa, at tað var tann rætta avgerðin at taka.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hugleið­ingar um Føroyingahavnina
Klaksvíkar Badminton­felag tilmeldingarda…
Hugurin at vitja Kalsoynna er framvegis…
Sigrun Gunnarsdóttir listaframsýning í N…
Ikki rætt á Djúpumýru í morgun
Thorvald vakt ans uttanlanda
Undirsjóvarakvarium
Ein sera stórur tunfiskur á Sjómannadegn…
Ráðstevna: Miðlar á vegamóti
Flogbóltsk­vinnu­r­nar byrja nú Eurovolley…
Vágin kókaði í gjárkvøldið
Skúlin byrjar aftur hósdagin
ÍSF bjóðar aftur til Skúla­leikir
Svim um vágna
Ægir tilmeldingardag
Børnini í Vestmanna skúla hava uppiborið…
VistGrøði hevur fingið nethandil
Ferðalagið hjá kvinnunum er komið til Ky…
Við Føroya Sjómannadegi og Erlu Kongsdót…
Sjómannadagur úti í Klaksvík