Rógva afturá aftur Torradagarnar
Vegna forfall vórðu trý tiltøk á Torradøgunum avlýst, men verða nøkur teirra nú tikin upp aftur 6. – 9. apríl.
Stellurnar - í Smæruni – Mikudagin 6. apríl kl. 16.00
Árni Joensen úr Oyndarfirði og brøðurnar Sigurd og Torkil Johannesen á Oyrabakka greiða frá við myndum um túrar teir hava verið við Stellunum - Stella Kristina og Stella Karina.
Eisini vísir Jákup Anthoniussen filmsbrot frá túrum við Stellunum. Hesir tá snøggu trolararnir endaðu á Akureyri í 70-unum og vórðu seinni upphøgdir.
Brúður í Roskilde - skuldi verða í Smæruni hósdagin 7. apríl kl. 16.00, men hevur Árni Dahl meldað avboð aftur!
Hvussu gongur á Mars? – Leygardagin 9. apríl kl. 15.00 í Miðhøllini á Skúlatrøð
Perseverance: Eitt ár á Mars
David Arge Klevang Pedersen greiðir frá um fjarstýrda rovaranum, Perseverance, sum lendi á gongustjørnini Mars 18. februar 2021 og er nú liðugur við at kanna umstødunar á botninum á Jezero kratrinum, áðrenn leiðin gongur vídari til kantin av kratrinum – har man væntar at líkindini fyri at finna tekin av forntíðar lívi eru størst.
David hevur havt ein umráðandi og virknan leiklut í, at eitt serligt upptøkutól, sum eisini er roynt í Føroyum, kom at standa á hesum serliga "rovaranum".
“Flagship missiónin” hjá NASA skal kanna tað geologisku søguna á Mars, meta um líkindi fyri lívi, og finna tekin um forntíðar lív - sokallaðar biosignaturar, sum eru leivdir av bakteriellum vøkstri, ið er forsteinaðar í steinum.
Jezero kratrið er serliga valgt vegna mátingar frá rúmdarferðum um Mars, sum vísa tekin um, at Jezero hevur verið fylt við vatni. Har eru klár tekin av vatnstreymum, ið hava ført botnfall við inn í kratrið, sum útgera serstakliga góðar umstødur fyri bakteriellum vøkstri, sum vit kenna tað frá t.d. Australien.
Hetta fyrsta árið á Mars hevur Perseverance koyrt einar 3 km, gjørt hópin av kanningum og hevur savnað 7 royndir av jarð-tilfari, sum skulu takast aftur til Jørðina til náðgreiniligar kanningar. Tær kanningarnar, sum Perseverance longu hevur gjørt, hava staðfest hvat botnurin er gjørdur av, og tað er ikki heilt ókent fyri føroyingar.
Hesar kanningarnar hava verið sera slóðbrótandi - Allarhelst mest fyri granskarar, tí hetta var als ikki væntað – og nú skulu hypotesurnar um geologisku søguna av Jezero umskrivast. Harumframt vísa kanningarnar eisini hvussu grótið hevur verið ávirkað ígjøgnum øldir, og um vatn hevur veri til stadar.
Tú kanst hitta føroyingin, David Arge Klevang Pedersen, sum er kendur í NASA, og seta honum tínar spurningar um alt møguligt á Mars í sambandi við framløguna, sum verður í Miðhøllini á Skúlatrøð - Leygardagin 9. apríl kl. 15.00.
Seglhúsið hevur opið í hesi skerdu Torravikuni mánadag – fríggjadag 14 – 17!
Framsýning við ymiskum listaverkum av m.a. Jóannis Kristiansen, Øssur Mohr, Jack Kampmann, Bárður Jákupsson, Tolli Mortens o.ø.