Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sabina og Richard Wurmbrand - blaðið Fyndin

SKRIVAÐ: Poul Jóhan Djurhuus  |  11.04.2022 - 12:00 Lesarabrøv Mentan

Hansa Hansen, blaðstjóri á blaðnum FYNDIN, heitti á meg at skriva eitthvørt frá áttatiárunum, sum hevði við tað kristiliga at gera. Tá eg fór at hugsa um hetta, so var tað ymiskt, sum kom mær til hugs.

 

Eg valdi at skriva um seinnu vitjanina hjá heimskendu Rumensku jødahjúnunum Sabina og Richard Wurmbrand, sum eg kom  at hava tætt samband við, tí eg fekk tann stóra heiður at vera tulkur hjá teimum undir allari vitjanini, sum var um mánaðarskiftið september/oktober 1980 – ótrúligt at tað longu eru 42 ár liðin!

 

Í hesum sambandi fór eg at lesa ígjøgnum blaðskrivingina, sum tók seg upp, og eisini í mínum egnu dagbóksnotatum, og tað var nógv sum kom fram, sum annars hevði farið í gloymskuna. Tað var sum at uppliva vitjanina av nýggjum at seta seg at skriva.  

 

Eg eri takksamur fyri, at tað varð heitt á meg at skriva, og at eg eisini fekk høvið at koma við einum ískoyti um tey góðu og hendingaríku áttatiárini.

 

Vónandi vil greinin gera sítt til, at tað enn einaferð verður undirstrikað fyri lesaranum, at veruleikin hjá mongum kristnum úti í heimi, eisini í dag, er ein beiskur og tungur gerandisdagur, sum verður hildin uppi av eini fyri okkum ófatiligari politiskari hugsjón! 

 

Greinin um Wurmbrand-vitjanina er í blaðnum FYNDIN, sum júst er komið út, og sum er fyrsta útgávan av FYNDIN í inniverandi ári. Greinin fyllir 6 blaðsíður við nógvum myndum, og eg má siga, at grafiska uppsetingin er sera livandi og fangandi. Blaðið kostar 64 krónur og liggur í flestu handlum og bensinsølum.

 

Tað, sum er skrivað og sagt í greinini er fyri mína egnu rokning. Um onkur hevur viðmerking til greinina er ein vælkomin at venda sær til mín.

 

Annars vil eg leggja afturat, at greinin hjá mær er bert ein av mongum sera áhugaverdum greinum í hesari útgávuni av FYNDIN – keyp blaðið og góðan lesihug!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…