Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kristin undurtrúgv og Verðslig yvirtrúgv

SKRIVAÐ: Jóhannes M.Olsen                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                  |  28.04.2022 - 09:23 Lesarabrøv

Tað finnast tvinni sløg av trúgv, vísa kanningar av fatanini av møguleikum, sum Olav og Aksel – Valen Sendstad hava víst á í bókum sínum: Undirtrúgv og yvirtrúgv. Tú mást velja eitt av hesum, verður skriva.

 

Havi lisið hvørga av hesum umrøddu bókum, men um tær, í fjølmiðlunum. Undirtrúgv sermerkir kristindómin og sannprógvar sambært skriftini, við m.a. Jesu uppreisn og profetiskum uppfilling hjá Ìsrael. Jú, tú læs rætt, Undirtrúgv er hvat  vannlig fólk í hesum landi hava haft í mong hundra ár. Evangeliði um Jesus frelsir og lekir menniskir.

Yvirtrúgvin er hin og einasta alternativið – avtíð Filosofiðihistórian tey seinastu tveyhundra árini,hevur prógva at” tann reina fornuft” sum filosofurin Kant kallaði tað, ikki kann grungeva fyri okkara virðum- tað góða, tað sanna og tað vakra.

Tað filisofiska arbeiðið hevur víst at tað góða ikki kann útleiðast álítandi uttan iva frá fornuftini. Hvar standa vit tá. Jú, uttan Guð og opinbering eru vit uttan vón í heiminum. Verðin uttan trúgv og opinbering er harvið prinsipielt útlevera til nihilismu, læruna um einki. Týggju hillametrar við filisofi í okkara bíbliuteki geva ikki nakað anna svar. Ein midisin studerandi skrivaði í seksti talunum eina bók við titlinum: Nihlisma? Vit kunnu taka vekk spurnartekini nú. Við bert fornuftini, uttan trúgv og opinbering, enda vit í ikki nøkrum, av latin nihil. Studenturin gjørdist filosofiproessari í Bergen. Bókin hevur eitt solit pláss í filisofiavdeilingini á bókhyllum okkara.  Alternativið til kristna undurtrúgv, trúgvin undirfulla Himmalska opinbering frá Himli til Jarðar er altso einki, fólk kasta seg álíkavæl út í innbilningar og kennslur, svarið er kortini onki sigandi. Verðslig yvirtrúgv fyllir heimin, avtíð ongin orkar at liva í onkisigandi tómleikanum í vakum. Tann verðsliga yvirtrúgvin er í øllum frá media og kultur til kunst, massiv.  Menniskjan er og blívur ein trúgvandi og ein limur av Human- Etisk forbund ella øðrum anti baseraðum foreiningum, sum siga tey ikki trúgva, men bluffa, øll trúgva. Spurningurin er, hvat vit trúgva og ikki um vit trúgva.

Til seinast,spurningurin er og verður, hava vit Bíbilins undirtrúgv við orðunum frá 1Kor,15, sum bygdu Europa og okkara Sivilisatión.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nakrir vinnarar frá í dag
Miðnáttarrøðan - Pál Weihe
Løtumyndir frá Norð­oyastevnuni
Jóhanna setti Norð­oyastevnuna
Norð­oyastevnan 2022 sett
Føroyski báturin á UNESCO listan yvir si…
Lands­stevna sløkkiliðsmanna í Klaksvík
Nordhavns Regatta 2022
Barna­róðu­rin á norð­oyastevnu er avlýstur
KÍ skorar kassan uppá lands­dystir­nar kom…
Drúgv skrá við kappróðri í dag
KANNING: Hvat lið vónar tú KÍ møtir í Ch…
Konsert við Crescendo í Christians­kirkju…
Myndarøð: KÍ í lands­liðssteðg við sera g…
Sjúrðarberg siglir heim
Søguhugni á Klaksvíkar Bókasavni
Crescendo á Kósini
Tá hvør smáblóma tárar av gleði – Huglei…
Beistagerðin 2022
Hækkandi inflasjón tyngir brekøkið serli…