Lýsing
Lýsing
Lýsing
So seint sum ígjár var Norðlýsið fyrst við tíðindunum um at Stjørnan og Team Klaksvík eru farin undir spennandi samstarv á ungdómsøkinum. Á myndini síggjast formaðurin og forkvinnan hjá ávíkavist Team Klaksvík og Stjørnuni saman við ungdómsvenjarunum næstu trý árini hjá feløgunum báðum | Mynd: Jóhann Lützen

Hondbóltssambandið útihýsir Norðlýsinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.04.2022 - 09:30 Ítrottur Leiðarin

Nú hondbóltssambandið fer at heiðrað sínum á gallaveitslu í kvøld er Norðlýsið sett í skammikrók. Tað sær út til at inniskógva-mentaliteturin millum sersambond og liðini í høvuðsstaðnum eisini ger seg galdandi í hondbóltinum

 

Gallaveitsla er innan hondbóltin á Strondum í kvøld. Ein av fastu táttunum er heiðranir har teir bestu leikararnir verða krýndir. At velja verða høvðusvenjarar og eitt umboð fyri hvørt lið. Síðani eru eisini miðlar bidnir at greiða atkvøður. Hondbóltsambandið hevur tó einans boðið høvuðsstaðarmiðlunum og útihýst Norðlýsinum frá tí fína selskapinum. 

 

Norðlýsið er eisini ein hondbóltsmiðil

Norðlýsið hevur í mong ár gjørt nógv burturúr hondbóltinum í Klaksvík – bæði tá hevur gingið væl og minni væl. 

Hópin av dystarfrásagnum eru gjørdar og eru tøkar í blaðútgávu okkara og eisini á okkara heimasiðu langt aftur í tíðina. Harnæst er okkara myndaarkiv á tremur við hondbóltsmyndum langt aftur í tíðina – ein søguligur hondbóltsdýrgripur av teimum stóru. 

Eftir eitt væl avsluttað ár har bæði Stjørnan og Team Klaksvík fingu medaljukrúnur um hálsin, var møguliga væntandi at onkur av "okkara" leikarum er millum tey nomineraðu.  Og at Norðlýsið fekk møgleikan at greiða atkvøðu á tey bestu innan hondbóltin, men soleiðis skuldi tað ikki verða. 

Norðlýsið ynskir allari hondbóltsfamiljuni eitt framúr galla á Strondum í kvøld og hepna hond framyvir!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
- Vit skulu fokuserað uppá egið tilfeing…
- Hava tit hug at boksa - komið so við!
Country Festivalu­rin 2026 verður í vikus…
Asfaltering av Kjalarvegnum
Atlantic Airways flýgur føroyskar áskoða…
Lív og livandi landsløg – søgur úr Føroy…
3,5 mió. kr. til útbygging av Gloria
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Ari Samson vitjar Norðlýsið
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Norrøna felagið í Århus á vitjan
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum