Lýsing
Lýsing
Lýsing
In.fo bar í 2016 sjálvt tey tíðindi, at brúkararnir í Vága- og Norðoyatunlinum skuldu gjalda Landskassanum tað aftur, sum er fíggjað við skatti. Kortini fyrigyklar in.fo fólki, at bummgjaldið bara er til viðlíkahald. | Mynd: Skíggjaskot frá https://www.in.fo/news-detail/bummgjaldi-ver-ur-ikki-avtiki-enn

In.fo manipulerar grovt

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.05.2022 - 11:40 Leiðarin Politikkur

Høvuðsstaðarmiðilin tykist hava áhuga í, at norðoyingar og vágafólk ikki sleppa at koyra ókeypis, og brúkar Gallup til at fáa tann boðskapin fram. Harvið skapar in.fo sjálvur “tíðindini”, tey vilja bera. Hetta er stak óseriøst.

Mitt meðan Fíggjarnevndin situr og viðger Samferðslupakkan, kemur in.fo á banan við eini Gallup-kanning, ið sigur, at 90% eru ímóti at gera Norðoyatunnilin og Vágatunnilin ókeypis. Hetta verður heilt víst gjørt tilvitað og fyri at upppíska ein stemning ímóti Norðoyggjum og Vágum, og fyri at ávirka úrslitið. Og tað eydnaðist. Tillukku við tí, Miðlahúsið.

Hvussu er spurningurin so orðaður? Jú, um fólk vilja hava “Framhaldandi eitt gjald til viðlíkahald fyri at koyra gjøgnum tunlarnar”. Tað er als ikki tað, verandi gjald er fyri!

Í 2016 gjørdi Aksel V. Johannesen greitt, at tað, brúkararnir hava goldið fyri, síðani lánsgjøldini í tunlinum vórðu útgoldin, er partapeningurin hjá Landskassanum, t.v.s. upphæddin, sum landið setti í tunlarnar. Og hetta veit in.fo væl!

Tí tey hava sjálvi skrivað um tað. M.a. á: https://www.in.fo/news-detail/bummgjaldi-ver-ur-ikki-avtiki-enn.

Kortini villleiða tey á in.fo og fyrigykla, at núverandi gjaldið burturav er til viðlíkahald. Ongin ivi kann vera um, hvør grundin til hesa villleiðingina er – tað er fyri at fáa “Ja”-svarprosentið upp. Og tað er manipulatión, so tað forslær. Hetta eigur ein miðil at vera ov góður til.

Hvat hevði hent, um tey vóru reiðilig og spurdu, “Skal brúkarin einsamallur gjalda landskassanum partapeningin aftur?”, "Eigur landskassin at krevja skattafíggjaðar íløgur goldnar aftur?" ella “Hvør eigur at gjalda fyri samferðsluna í Føroyum, brúkarin ella landskassin?”.

Og hví síggja vit ikki líknandi Gallupkanningar yvir, hvussu aðrar samferðsluútbyggingar skulu fíggjast? Hví verður ikki spurt um dalbingar skulu gjalda Dalstunnilin einsamøll, bummur setast á Hvalbiartunnilin, um Suðuroyartunnil skal gerast fyri 5+ milliardir, um nýggj nólsoyarferja í heila tikið skal gerast, og so framvegis? 

Er tað bara tí, at hesar samferðsluútbyggingar ikki eru ein tornur í eygað á blaðstjórnini í Vágsbotni, eins og sambondini um Leirvíksfjørð og Vestmannasund eru tað?

Lýsing
Seinastu tíðindini
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…