Lýsing
Lýsing
Lýsing
Myndin er frá Landsdysti millum Føroyar og Ísland í 2019, sum Føroyar vunnu 3-1.

Altjóða flogbóltsfinalur í Havn 

SKRIVAÐ: fbf.fo  |  05.05.2022 - 22:19 Ítrottur Tíðindaskriv

Í døgunum 13. – 15. mai er Flogbóltssamband Føroya vertur fyri EM-finaluumfari í CEV-SCA kappingini fyri A-landslið hjá monnum. Hesar tríggjar dagarnar skulu Skotland, San Marino, Ísland og Føroyar kappast um gullkrónurnar og heiðurin. 

Flogbóltssamband Føroya bjóðaði seg tíðliga í ár fram at vera vertur fyri CEV-SCA kappingini hjá monnum, sum verður í døgunum 13. – 15. mai. Allir dystirnir – 6 tilsamans – verða leiktir í Stórhøllini á Hálsi í Havn.  

Føroyar leggja fyri móti San Marino fríggjadagin 13. mai kl. 17.00. San Marino er vanliga eitt sterkt lið, har flestu leikarar koma frá sterkum kappingum í Italia. Síðan verður leikt móti Skotlandi leygardagin kl. 17.00, og at enda verður leikt móti Íslandi sunnudagin kl. 17.00. 

Føroyski landsliðsvenjarin, Jens Bang, og hjálparvenjararnir, Boban Ilic og Cristian Imhoff, arbeiða við einum lutfalsliga ungum liði, sum skal byggjast upp næstu 3 árini. Ætlandi skal stórur partur av hesum liðinum víðari til U22 CEV Eurovolley undankapping í Letlandi 19. – 21. mai, har leikt verður móti Serbia og Lettlandi.  

Seinni skal A-landsliðið so eisini leika CEV Eurovolley undankappingardystir móti Belgia, Ísrael og Estlandi. Leikt verður á heima- og útivølli í august og september. 

CEV-SCA kappingin er fyrsta styrkiroyndin hjá føroyska A-landsliðnum, síðani korona tók seg upp, og tí verður sera spennandi at síggja, hvar vit liggja í mun til londini, sum verða við í Føroyum.  

 

Dystarskráin fyri CEV SCA-kappingina í Føroyum:

Fríggjadagin 13. mai 2022:
Kl. 17.00 Føroyar – San Marino
Kl. 20:00 Skotland – Ísland

Leygardagin 14. mai 2022:
Kl. 14.00 Ísland – San Marino
Kl. 15.00 Skotland – Føroyar
 

Sunnudagin 15. mai 2022:
Kl. 14.00 San Marino – Skotland
Kl. 17.00 Føroyar – Ísland

 



 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…