Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kunnaðu seg um umstøðurnar hjá KÍ kvinnunum

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  10.05.2022 - 22:06 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

45-50 ítróttarfólk úr 9 ymiskum londum fingu neyva frágreiðing um kvinnufótbóltin í Klaksvík í dag og fyri árum síðani. Útlendingarnir  vóru her á UEFA ráðstevnu og komu úr Belgia, Bulgaria, Estlandi, Liktinstein, Norðurmakedónia, Portugal, Slovenia Norðurírlandi og Spania.

Um vitjanina í Klaksvík, sigur Ragna Patawary, sum sjálv hevði eitt innlegg á stevnuni í dag, at Heri Ellingsgaard, fyrrverandi nevndarlimur í KÍ, greiddi fyrst frá hvussu viðurskiftini hjá kvinnufótbóltinum vóru fyrr í tíðini.

Eg og Rannvá Andreassen greiddu frá hvussu umstøðurnar vóru fyrr, tá ongir pengar vóru í kvinnufótbólti og vit sjálvar noyddust at savna pening til útreiðslur vit høvdu og ikki minst, tá vit skuldu uttanlanda at leika.

Birita Ryan og Sanna Svarvadal greiddu hinvegin frá, hvussu tað var at arbeiða undir væl skipaðu og struktureraðu venjingini í dag nú vit hava meiri professionellar umstøður í felagnum.

Jonas Nizze, akademileiðari hjá KÍ greiddi frá hvussu venjingin gongur fyri seg í dag, og hvussu hon verður fyriskipað undir leiðslu av ovastu venjararók.

Útlendingarnir fingu eisini eina rundvísing í umstøðunum við Djúpumýru, og eg haldi, sigur Ragna Patawary at enda, at tey vóru sera imponeraði av úrslitunum, sum KÍ kvinnurnar hava nátt nú í mong ár og av kørmunum við Djúpumýru.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin