Lýsing
Lýsing
Lýsing

Møgjuliga størsti túrur hjá útróðrarbáti nakrantíð

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  11.05.2022 - 10:37 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Norðsøki avreiddi til Fiskamarknaðin hósdagin í vikuni sum fórt 30.350 pund. Í dag landa teir aftur um 24.000 pund, báðir túrarnir eru av Føroya Banka.

Sambart Fiskamarknaðin, so seldi Norðsøki fyrra túrin fyri 343.000 krónur. Av Fiskamarknaðinum fáa vit at vita, at hetta er helst størsta veiða ein útróðrarbátur nakrantíð hevur avreitt. "Vit kunnu ikki koma til hugs nakran størri túr hjá nøkrum útróðrarbátið, tað tíð Fiskamarknaðurin hevur virkað, serstakliga er túrurin stórur í krónum fyri avreiðingina", verður sagt.

Heri Vang skipari á Norðsøka sigur í eini viðmerking, at teir avreiddu eini 20.000 pund av hýsu, restin var toskur, longa, brosma og havtaska.

Vit settu 121 stampar fyrra túrin og 120 stampar í dag, hetta gevur umleið 250 pund á stampin, fyrra túrin og 200 pund á stampinum í dag.

Vit eru júst lidnir at skipa veiðuna upp í Miðvági í dag, og koma so á Klaksvík at fáa nýggja línu umborð. Væntandi fara vit aftur á Bankan seinni í vikuni. Eg haldi at vit hava nóg nógvar dagar eftir til tað. Annars fara vit at rigga til at fara til Íslands á snelluveiðu í summar, sigur Heri Vang, skipari á Norðsøka at enda.

Seinni í ár verða 80 ár síðani at Norðsøki bleiv bygdur og sjósettur á fyrsta sinni.

Myndirnar niðanfyri eru savnsmyndir:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…
Høgni stórur FM favorittur
Skeið innan spreingitøkni styrkir trygd…
Eftirbátu­rin, ið dragnar
Deyðbóltsstøða avgjørdi í Sveis
Earth Hour í Klaksvík
Jákup og Dávid byrja inni í kvøld
Soleiðis eru ymisku økini í landinum umb…
Javnaðar­flokku­rin tapti Havnina
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista
Veðrið um vikuskiftið
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…
- Hettar var eitt heilt fantastist úrsli…
Seinastu dystirnir í grund­spælinum