Lýsing
Lýsing
Lýsing

FM finalistarnir í einmansleiki í badminton funnir

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.05.2022 - 07:28 Ítrottur Tíðindi

Eftir eina spennandi hálvfinalu í trimum settum vann Bjarnhild í Buð Justinussen úr KBF á Sonnu Thorkildshøj úr HBF, meðan Miriam í Grótinum úr HBF vann sannførandi á Adhya Nandy í tveimum settum. Sostatt verður tað Klaksvíkin ímóti Havnini hjá vaksnu kvinnunum, har Bjarnhild luttekur á fyrsta sinni, meðan Miriam tapti finaluna í einmansleiki í fjør.

 

Innleiðandi umførini í einmansleiki í FM í badminton blivu leikt hóskvøldið, har fyrstu finalistarnir til Kontrast FM finaludagin komandi leygardag blivu funnir. Greitt er longu nú, at tað verður ein nýggjur føroyameistari hjá bæði kvinnum og monnum, tí ongin av finalistunum hevur áður verið føroyameistari. Eisini er greitt, at hjá bæði kvinnum og monnum verður tað ein leikari frá Havnar Badmintonfelag, ið skal kappast ímóti leikara frá ávíkavist Klaksvíkar Badmintonfelag hjá kvinnum og úr Miðvágs Badmintonfelag hjá monnum.

 

Miriam og Bjarnhild í finaluna hjá kvinnum

Eftir eina spennandi hálvfinalu í trimum settum vann Bjarnhild í Buð Justinussen úr KBF á Sonnu Thorkildshøj úr HBF, meðan Miriam í Grótinum úr HBF vann sannførandi á Adhya Nandy í tveimum settum. Sostatt verður tað Klaksvíkin ímóti Havnini hjá vaksnu kvinnunum, har Bjarnhild luttekur á fyrsta sinni, meðan Miriam tapti finaluna í einmansleiki í fjør.

 

Jónas og Árant í finaluna hjá monnum

Jónas Djurhuus úr HBF vann sær tað eina plássi í finaluni við at vinna eina spennandi hálvfinalu í trimum settum á Magnus Dal Christiansen, sum í fjør tapti finaluna ímóti Niklas Eysturoy. Jónas møtir Árant á Mýruni úr MBF, tá hann í hinari hálvfinaluni vann á Rúna Øster. Árant er búsitandi í Danmark, har hann er í lestrarørindum.

 

Dýrabiðidag verða hinir finalistarnir funnir

Í tvímansleiki hjá monnum og kvinnum umframt í blandaðum tvímansleiki verða innleiðandi umførini leikt Dýrabiðidag. Byrjað verður klokkan 13 í Badmintonhøllini í Havn. Øll eru hjartaliga vælkomin sum áskoðarar. Serliga spennandi verður at síggja, hvussu Erland Poulsen og Fai Yin Wong fara at klára seg í kappingini hjá monnum í tvímansleiki. Leikandi venjarin hjá HBF Wong hevur áður verið á Topp 50 ranglistanum í tvímansleiki hjá Badminton World Federation, meðan Erland er garvaður badmintonleikari við royndum frá fleiri oyggjarleikum.

 

Stóri Finaludagurin í Kontrast FM í Hoyvíkshøllini

Leygardagin frá klokkan 10 verða finalurnar í FM í badminton leiktar í Hoyvíkshøllini, har Kringvarp Føroya fer at sjónvarpa beinleiðis frá finalunum í einmansleiki seinnapartin. Finaludagurin er aftur í ár skipaður saman við Judo og Borðtennis, har tey trý sersambondini eisini fyriskipa FM Gallaveitslu leygarkvøldið sum ein endi á FM finaludegnum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hagafundur fyri Uppsalahaga
Bókacafe við Vónbjørt Vang
Hvørjum bíðar samgongan eftir?
KÍ stjørnuskotið 18 ár
Blaðið fyllist
Ongum nýtist at fara til Singapore við J…
Almennir fundir
Mest hýsa at fáa
Veðurlags­lógin er reinur signal­politikku…
Fundur 29. januar fyri komandi 1. floks…
Láturligt uppskot um leigustuðul
Búnaðarstevnan: Landbúnaðu­rin á einum ve…
Skoyta í dag frá 15 til 20
Lands­liðsvenjarar savnaðir
Búskapur í øllum: Laksaprísu­rin stimbrar…
Ægir: Tórir Olsen vann gull í Íslandi
Góð úrslit í sterkari altjóða kapping í…
Innkalling til aðalfund hjá “Ung fyri Mi…
Snús ávirkar avrik og orku
Jenis spyr um Holocaust­dagin