Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skráin í dag

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  26.05.2022 - 07:39 Mentan Tíðindi

Norðoyastevnuskráin byrja spakuliga í dag, har m.a. eitt rættiliga áhugavert dreingjakór úr Haderslev er á skrá.

Tað er organisturin, Henrik Skærbæk Jespersen, sum í 2008 byrjaði HADERSLEV DRENGEKOR. Kórið er eitt blandað dreingja- og manskór.

Hetta heilt serliga kórið, sum er kent fyri sínar dygdir, kanst tú hoyra í Christianskirkjuni Kristi himmalfarðardag 26. mai kl. 20.00.

Eisini er talv og áhugaverdir filmir í Atlantis á skrá

Hósdagur 26. mai.

Kl. 11.00             Christianskirkjan

Hanus á Gørðum, sóknarprestur hevur guðstænastuna

Kristi himmalfarðardag             

 

Kl. 17.00 – 18.30 Skákið - á Gerðagøtu 3

Talvkapping fyri børn og ung

4. flokkur og yngri

Tilmelding á staðnum

Heiðursmerki verða latin

 

Kl. 19.00             Í Atlantis

Top Gun

Í 1986 kom filmurin, Top Gun út við Tom Cruise, sum flogskiparin "Maverick" á odda.

Nú eru aftur boð send eftir tí dugnaliga flogpilotinum, sum skal loysa eina torføra uppgávu fyri hernaðarflotan hjá USA.

 

Kl. 19.30 – 21.00 Skákið - á Gerðagøtu 3

Talvkapping fyri børn og ung

5. flokkur og eldri

Heiðursmerki verða latin

Tilmelding á staðnum

 

Kl. 20.00             Christianskirkjan

Haderslev Domkirkes Drengekor

Við í framúr góða kórinum eru 56 sangara úr nýggju ára aldri og uppeftir

Hava verið við til fleiri ymsar kappingar

Tú kanst hitta og hoyra hetta serstaka kórið í Christianskirkjuni  

 

Kl. 21.30             Í Atlantis

Downtown Abbey - A New Era

Familjan, Crawley fer á at kanna gátufullu umstøðunum kring eina villa, ið hábærsliga einkjudrotningin hevur arvað.

Men hví hevur hon arvað hana?

Lýsing
Seinastu tíðindini
VIDEO: Góð mál frá 1/­3 av lands­kappingin…
Magnus Powell hevur nú 50 dystir uttan t…
Omanlop millum Hiplingardal og Góðadal
Tríggir ferðaleiðarar tiknir
Summarskeið í para-judo gevur børnum try…
Posta gevur út nýggj frímerki – frá segl…
Norðstrok: Kom við felagstúr
Aftur í 1956
Fosturforeldra­felagið á ferð: Hvussu fáa…
Grindamanna­felagið fegnast
Føroysk lúsadata í heimsflokki
Búnaðarstovan vertur fyri norð­urlendskar…
Vinningar í lutaseðlasøluni hjá N25Y – v…
Bókaframløga: Heimalambið Nella
Árligi ruddingardagu­rin verður týsdagin…
Dávur vitjar Norðlýsið
Team Klaksvík Legends - Kyndil Legends 
Veðrið hesa vikuna
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár