Lýsing
Lýsing
Lýsing

Haderslev Domkirkes Drengekor í Christianskirkjuni

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  26.05.2022 - 21:35 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað var organisturin, Henrik Skærbæk Jespersen, sum í 2008 byrjaði Haderslev Drengekor. Kórið er eitt blandað dreingja- og manskór. Hetta serliga kór hevði konsert í Christianskirkjuni Kristi himmalfarðardag kl. 20.00.

Væl av fólki lurtaði, meðan teir sungu m.a. Cantate Domina, Sicut cervervus, Sound of trumpet, If you love me, Dextra Domini og Panis angelicus.

Rættur kirkjutónleikur og við teirri precitión og tingn, ið slíkum hoyrur til. Kanska ikki so glaður og lættlyntur vár- og summarsangur, sum hoyrist aftur í dynamikki og margliti. Men eitt spennandi kór við siðvenjum, tó at tað er ungt.

Við kórinum eru 56 sangara úr 9 ára aldri og uppeftir. Korið er við til serliga gudstænastur í Dómkirkjuni í Haderslev. Kórið er rættiliga virkið og hevur nógvar konsertir runt umkring, og er eisini við til kappingar ymsar staðir – eisini úti í heimi.

Hvørt ár stendur ein uttanlandsferð á skrá og hava teir m.a. vitjað í Noregi, Svøríki, Týsklandi, Eysturríki, Onglandi og USA.

Haderslev Drengekor er við á kórstevnum og enntá til ”mastericlasses” við dugnaligun kórleiðarum bæði úr Danmark og úr útheiminum.

Kórið hevur sum dómkirkjukór vitjað og sungið í øllum teimum tíggju Donsku dómkirkjunum.

Haderslev Drengekor verður aftur at hoyra í Fríðrikskirkjuni fríggjakvøldið kl. 20, Hoyvíkar kirkju leygardagin kl. 16 og í Dómkirkjuni sunnudagin til guðstænastuna har.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ vann Stórsteypadystin 1-0 á HB
Jákup Vilhelmsen byrjar inni hjá KÍ
Prima Facie í Miðhøllini
Vágsbotnshandilin
Hugni og gleði á Herluf's Kafé
Fyrstu valplakatir­nar komnar upp
Upptakt: KÍ-HB
Mads Boe Mikkelsen fingið nýtt felag
UPPHAV í neystinum
Húsið 20 ár
Løgtingsval: Nú kanst tú søkja um valræt…
Bláa bylgjan: - Vit reka fólk til dyst
Frimodt stillar ikki upp til løgtingsval…
Tænastumanna­felagið hevur havt Aðalfund
Jens Michael nýggjur kommunu­stjóri
Grandma’s Basement á Summar Festivalin
Norðlýsið aftur í nevnd
Vegleið­andi yvirlit yvir freistir í samb…
Sættu ferð KÍ spælir stórsteypadyst
- Eg vil sjálvandi gera alt fyri at fáa…