Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðoyastevnu fyrireikingar

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  27.05.2022 - 07:56 Mentan Tíðindi

Ikki síðani 2019 hava vit havt eina ”vanliga” Norðoyastevnu. Í 2020 høvdu vit eina stroymi-Norðoyastevnu vegna Koronu, har Skúlatrøð var pallurin umvegis skíggjan, og í fjør var Norðoyastevnan avlýst dagin fyri vegna Koronu.

Nú verður so roynt aftur, har m.a. Pál Weihe, sum heldur røðu á miðnátt leygarkvødið, kappróður við setan av Jóhannu C. Christiansen og røðu um bátin frá løgmanni, hópin av fótbólti, Føroya Bjór rennning fyri 25. ferð, Norðoyastevnuframsýning, fleiri kórkonsertir í kirkjuni, útgávukonsert í Betesda, matstovurnar spíla seg út, Bárður sýnir fram í Gamla Seglhúsinum, felagssangur, møtir, Tivoli, Saunagos og vælvera í svimjihøllini, dansur í Skálanum, stórdansur í høllini, skrúðgonga, Klaksvíkar Hornorkestur, skrúðgonga, norðoyastevnurøða við Jóhannu á Bergi sunnudagin, standa á skrá.

Norðoyastevnuskráin stekkir seg um 27. 28. og 29. mai 2022.

 - Við ynski um góða Norðoyastevnu!

Skráin Fríggjadagin 27. mai

Kl. 09.00 – 21.00 Café Fríða á Biskupstorginum er opin

Kl. 09.00 – 14.00 Norðoyastevnu brunsj - sjálvtøkuborð

Kl. 12.00 – 21.00 Vanlig matskrá

 

Kl. 09.30 –12.00  Café Gloria – Stangavegur 16

                            Caféin selur morgunkaffi og -te við onkrum góðum afturvið

Kl. 10.00              Morgunsangur á Café Gloria – Stangavegur 16

 

Kl. 10.30                   Klaksvíkar bókasavn

Søguhugni – Tiltak fyri børnum undir skúlaaldri

Vit fara at lurta eftir søgu og syngja sangir

 

Kl. 12.00 – 21.00 Café Fríða á Biskupstorginum

                             Vanlig matskrá

 

Kl.13.00 – 17.00 Norðoya Fornminnasavn  

Nýggj áhugaverd framsýning í Spaniastovu og Gamla Apotekinum

Serlig verkætlan er gjørd í Spaniastovu at lýsa ymiskar partar av arbeiðslívinum hjá fólki fyrr í tíðini.

Her hevur Edward Fuglø, listamaður verið við í sniðgevingini.

 

Kl.14.00 - 21.00   Café Fríða á Biskupstorginum

Norðoyastevnu-suppur og nýbakað breyð á sjálvtøkuborðinum

Nógvar nýbakaðar køkur og gott at drekka

 

Kl. 16.00             Gamla Seglhúsið

        Listaframsýning við Bárður Dahl Christiansen letur upp

        Til ferniseringina heldur Bartal Augustinussen røðu og

        Benjamin, Son of Fortune syrgir fyri tónleikinum.

        Aftaná verður lætt ábit

                         

Kl. 16.00 – 19.00 Gamla Seglhúsið

                          Listaframsýning við Bárður Dahl Christiansen

 

Kl. 17.00 – 22.00 Í Royndini Fríðu – Nólsoyar Pálsgøta 7

                          Støkk-upp-matstova á Norðoyastevnu

                          Kongsstovan í Haraldssundi borðreiðir við føroyskum stevnubitum

                          Í Royndini Fríðu.  

 

Kl. 18:00             Pike

Upphiting til KÍ - EB/Streymur

 

                          TIVOLI-økið við vøllin

kl. 18.00 – 24.00 TIVOLI og útsølur við fótbóltskýlið, hópin av góðum vinningum

kl. 18.00 – 24.00 Súkklubátar, Fiskibrunnur,Trampolin, El-bilar, Gyroskop, Wipe Out á Tivoliøkinum

kl. 18.00 – 24.00 Stórt hoppiland á Akursmørk

 

Kl. 18.00 – 20.00 Útitalv við Tingstaðið í Vágstúni. (um viðrar)

                          Útitalv við stóru talvfólkunum. 

 

Kl. 18.30 – 22.00 KFUM og K - Gerðagøta 16

Kondibingo

KFUM og K-skótarnir skipa fyri kondibingo.

Til ber eisini at keypa sær ein drekkamunn.

 

Kl. 19.00             við Djúpumýru

                           Betri deildin menn 2022

                           KÍ - EB/Streymur

 

Kl. 19.00             Í Atlantis

                           Top Gun

Í 1986 kom filmurin, Top Gun út við Tom Cruise, sum flogskiparin "Maverick" á odda.

Nú eru aftur boð send eftir tí dugnaliga flogpilotinum, sum skal loysa eina torføra uppgávu fyri hernaðarflotan hjá USA.

 

Kl. 19.30                   Crescendo í Christianskirkjuni (stendur í onkrari skrá kl. 20 - skal vera kl. 19.30!)

Kenda kvinnukórið úr Horsens, Crescendo vitjar í Klaksvík á Norðoyastevnu.

Tey hava eina samansetta konsert av kirkjuligum tónleiki.

Eisini er ein partur við donskum og føroyskum sangum.

 

Kl. 20.00             Emmaus – Uppsalagøta 10

                           Ungdómsmøti v/ Hjalmar Arge

 

Kl. 21.00             KFUM og K - Gerðagøta 16

                          Ungdómsmøti við Jeffri Johannesen.

                          Lilja Klein Joensen kemur eisini at framføra.

 

Kl. 21.30             í Dávavirkinum

Konsert við Páll Brim og Adrenaline í Dávavirkinum

Öll eru hjartaliga vælkomin! 

Konsertin er ókeypis, men fólk eru vælkomin at lata eitt oyra til nýtt videolag hjá Adrenaline.

Eisini fáast Adrenaline t-blusir til keyps

 

Kl. 21.30             Í Atlantis

                           Downtown Abbey - A New Era

Familjan, Crawley fer á at kanna gátufullu umstøðunum kring eina villa, ið hábærsliga einkjudrotningin hevur arvað.

Men hví hevur hon arvað hana?

 

Kl. 21.00 - 03.00   Skálin, Bøgøta 11

                             Uppá gólv og tá - Klaksvíkar Dansifelag

                             Almennur dansur í Skálanum

                             Á skránni verða bæði føroyskur og harmonikkudansur

                             Kostnaðurin fyri kvøldið er kr.100,- og møguleiki er at keypa sær smyrjibreyð o.a.

Kl. 21.00               Føroyskur dansur

Kl. 22.00               Harmonikudansur

Kl. 23.00               Føroyskur dansur

Kl. 24.00               Harmonikudansur

Kl. 01.00               Føroyskur dansur

Kl. 02.00 - 03.00   Harmonikudansur

Kl. 22.30 - 03.30 Roykstovan - Pub quiz

                          Pub quiz v/ Kristian Joensen verður - 18 ára aldursmark og ókeypis atgongd

00.00 – 03.45      Pike

                          Jens Marni spælir og syngur

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…