Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hækkandi inflasjón tyngir brekøkið serliga nógv

SKRIVAÐ: Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD  |  27.05.2022 - 12:42 Politikkur Tíðindaskriv

 

Á heimasíðuni hjá Landsbankanum stendur, at inflasjónin hækkar. Hetta merkir einfalt, at prísirnir hækka, og borgarar fáa minni fyri sína løn. Hóast økta prísstøðið rakar øll, og at flestu føroysku húsarhaldini sigast at hava eitt gott fíggjarligt mótstøðuføri, so rakar hetta harðast hjá teimum, ið hava lágar inntøkur.

 

Vit bíða

Hóast vitandi um, at nakrir føroyingar ikki hava gott fíggjarligt mótstøðuføri í íkomnu støðuni við hækkandi inflasjón, so er svarið hjá landsstýrismanninum í almannamálum, at vit bíða. Landsstýrið fylgir gongdini, og um príshækkingarnar eru varandi í longri tíð, kann vera, at hjálparpakki gerst veruleiki.

Støðan er tó óvanlig, tí eftir at inflasjónin í eitt áratíggju hevur verið heilt lág og eisini negativ, er brúkaraprístalið, sum er eitt mát fyri inflasjónina, vaksið við 4,4 prosent frá fyrsta ársfjórðingi 2021 til fyrsta ársfjórðingin 2022, sigur Landsbankin. Serliga eru prísirnir á olju og gass hækkaðir nógv, men eisini matvørur, klæðir og samskifti er vorðið dýrari.

Nøkur okkara megna ikki príshækkingarnar í longri tíð. Tíðindini um, at Landsstýrið bíðar við at seta stuðulsskipan í verk til láglønt, fær summi á at óttast.

 

Størsti prísvøkstur máldur millum tveir ársfjórðingar

Hagstovan skrivar, at nýggjasta uppgerðin av brúkaraprístalinum vísir, at í miðal eru prísirnir øktir 2,3 prosent í mun til fjórða ársfjórðing 2021. Tað er størsti prísvøkstur, ið er máldur millum tveir ársfjórðingar. Annan og triðja ársfjórðing í 2008, beint undan alheims fíggjarkreppuni, var hesin vøkstur 2,2 prosent.

Formaðurin í Búskaparráðnum nevnir júst, at hækkandi prísirnir raka meint hjá teimum, sum hava fæst pengar um hendi og nevnir, at politiski myndugleikin kann hjálpa við at seta stuðulsskipan, sum serliga er ætlað teimum, sum hava lítla inntøku, í verk.

Tá ið vit vita, at summi stríðast fíggjarliga, so eiga vit ikki at bíða ov leingi.

 

Talan er um láglønarbólk

Danski granskingarstovnurin VIVE gjørdi í 2020 livikorkanning, sum vísti, at inntøkan hjá fólki, ið bera brek, er munandi lægri enn miðalinntøkan annars. Miðalinntøkan í aldrinum 25 til 60 ár var 35.000 kr. Samstundis var miðalinntøkan 22.600 kr. hjá fólki við likamligum breki og 18.100 kr. hjá fólki við sálarligum breki. Í hesum bólkinum eru eisini fleiri støk, sum tó hava somu grundleggjandi útreiðslur sum pør.

Livikorkanningin, sum Olga Biskopstø í løtuni ger fyri MEGD, vísir millum annað, at upplivaða fíggjarliga støðan hjá fyritíðarpensjonistum í Føroyum er rímiliga góð. Samstundis, sum tey siga, at eg klári meg, og at pensjónin er góð, so verður í sama viðfangi tó sagt, at tað er neyðugt at vera sparin, og onkur sigur, at tað er neyðugt at venda hvørjari krónu, og at tað hevði gjørt stóran mun, um pensjónin hækkaði bara eitt lítið vet. Tí vísir tað seg eisini ofta at vera fyritreyt, at hesi hava foreldur ella aðra familju, ið stuðlar teimum fíggjarliga. 

Hetta samsvarar væl við, at talan er um ein láglønarbólk.

 

Bíða ikki ov leingi

Víst er, at tey, ið framman undan stríddust, stríðast nú enn meira, og hóast Búskaparráðið vísir á, at nøkur ikki megna hesa støðuna leingi, so velur Landsstýrið at bíða. Men tá ið tey flestu hava gott mótstøðuføri, hví seigpína nøkur?

Borgarar, ið bera brek, liva við avbjóðingum, sum frammanundan kunnu tyngja búskaparligu støðuna. Hækkandi inflasjónin, ið vit nú síggja, eigur tí ikki at gera støðuna verri hjá teimum, enn hjá øðrum borgarum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Team Klaksvík fær vitjan av KÍF
Vit elska Klaksvík og KÍ
Stjørnan og EB sunnudagin kl. 13.30
Verður tað í morgin, at KÍ endur­vinnur F…
Nýggjur Gadus birtir vón
Frits væl fagnaður í Gallarí Havnará
ES-innflutn­ingur av russiskum flótandi n…
Umboð fyri Nes kommunu vitjaðu dagstovna…
Nýggjar kloakkir á Eiðinum
Russland og Ukraina samstarva um, at hal…
Bretar handla við Russland i milliardakl…
Hvar blivu lyftini um lættar og yvirskot…
Samstarvið við ES eigur at styrkjast
Fíggjar­lógin avspeglar máttloys hjá samg…
- Hetta veit vist nokk líka nógv um búsk…
Nordea-grunnurin vil stuðla við 100 mió.…
Býráðsminnilutin givið Anniku nevndarses…
Heimskendu Orphei Drängar vitja Varpið
Fíggjar­lógin 64 milliónir í halli
Leitar eftir upplýsingum um flatmaðk