Lýsing
Lýsing
Lýsing

Laksur á 32 pund og 123 cm

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Oliver Joensen.  |  11.06.2022 - 13:36 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Nei, tí verri, tað er ikki ein vit hava fingið. Hans Hjalti Skaale, Ásmundur Joensen og eg sjálvur, eru miðalgóðir silafiskarar, men tá tað kemur til laks og hasa støddina, finst onkur, ið er heppnari enn vit.

Í gjár, hósdagin, valdu vit at fara í Kalix ánna, ið liggur ein góðan tíma at koyra her frá, her vit búgva í Norrbotten hjá Kristiani Fríðrikki Olsen og konu hansara Lisbeth.

Kalix áin er nummar trý av stórum áum her um vegir í norður Svøríki. Hon er 450 kilometrar long og áarvíddin fyllur góðar 18.000 fermetrar, so lagaðu vit Føroyar til, so kundi alt land okkara heima í Atlantshavinum sum einkið rúmast í ánni. Kalix áin liggur á 67 stigum norður, nakað longur norðuri enn Føroyar liggja.

Morgunin fór sum vanligt við morgunmati og eitt sindur av “shopping”, Ásmundur skuldi hava eitt fluguspæl, tí hann fann ikki sítt egna, og vit aðrir skuldu sum vant hava nýggjar pilkar.

Síðani settu vit okkum í VW bilin, ið Fonnflog hevði útvega okkum her, ein spildurnýggjur og væl útgjørdur týskur bilur, sum passar væl til okkum tríggjar við allari útgerðini.

Veðrið var framúr gott í gjár. Ikki eitt lot, bláður himmal og brennandi sólkskyn. Nú vit eru við veðrið, so hava vit havt framúr summarveður teir tríggjar dagarnar vit hava verið her. Men søgurnar sum Kristian Fríðrik og Lisbeth siga okkum um strongu vetrarnar við frosti niður í -35 stig og fleiri metrar tjúkkum kava og frost umleið ein metur niður í jørðina, gerð, at vit misunna teimum ikki góða summarveðrið tey fáa aftur fyri, tað stutta bilið, summarið varðir.

Fyri at fiska í Kalix var fiskikort eitt krav, tað kostaði 250 svenskar krónur, ella umleið 200 føroyskar. Men eg haldi at vit fingu ríkiligan valuta fyri peningin. Umleið klokkan trý seinnapartin vóru vit hjá ánni og ikki fyrr enn á miðnátt fingu vit í lag at koyra heim aftur.

Tað var ein ótrúlig uppliving at standa við hesa brúsandi ánna, ið meira líktist einum havi í okkara eygum enn einum løki heima. Har áin var smalast, var streymurin ógvuliga harður, so harður, at datt tú útí við “wayders”, sum sílafiskarar vanliga brúka, so er onki at ivast í, at tú valla vanst upp land aftur. Á øðrum støðum har hon hevði víðari vil veggja, rann hon so spøk at tú næstan ikki varnaðist at vatnið flutti seg omaneftir.

Sum sæst á myndum frá lokalblaðnum her NSD, sum eg havi avmyndað, so eru ótrúliga stórir laksar í ánni. Vit hava fingið at vita, at ein treyt fyri at elfelagið, ið slapp at brúka ánna til elframleiðslu var, at teir skuldu seta smolt ella rogn av laksi út í ánna á hvørjum ári. Tað verður gjørt og tí er Kalix áin eitt ógvuliga væl dámt vitjunarpláss hjá laksa og sílafiskarum allastaðni frá, ikki bara svenskarum, sum vitjan okkara, millum annað ber boð um.

Men, fyri at koma til fiskieydnuna, so hevur hon ikki rættuliga verið við okkum enn á túrinum. Hóast vit vóru samdir um í gjárkvøldið, ella síðstu nátt tá vit koyrdu heim, so høvdu vit verið ótrúliga drúgvir við tráðuni.

Vit høvdu keypt eitt økið, ið var 7 kilometrar langt og byrjaðu á vestursíðuni, við eina brúgv har eitt hvílupláss við hugnaligum grilleldi var. Har hittu vit tríggjar mans, ið søgdu okkum, hvussu vit skuldu royna. Vit fóru so til gongu oman eftir suðursíðuni. Ein smøl gøta gekk oman ímillum trøðini. Tað var ikki sørt at tað var eitt sindur óunniligt í løtum, tá vit vistu, at bjarnir og úlvar eru her í økinum. Lisbeth, húsfrúgv okkara, hevði sagt okkum, at um vit møttu eini bjørn, so skuldu vit bara ikki hyggja henni í eyguni, so gjørdi hon einki. Men lukku tí, so hittu vit onga.

Sum eg segði, so vóru vit drúgvir við tráðuni umleið 9 tímar hvør, ella 27 tímar høvdu vi staðið trúgvir við, Hans Hjalti fekk tríggjar fiskar, eina geddu og tveir Áburrur. Eg hevði eina stóra geddu á, men var ov óstorsligur, tá hon kom inn í nógva áarstreymin, við tí úrslitið, at hon sleit og fór avstað við pilkinum. Afturat kendi eg fleiri ferðir, men fekk onki upp. Ásmundur klagaði mest um vánaliga fiskieydnu.

Í dag er so ætlanin at fara til eitt stórt vatn, ið liggur umleið ein góðan tíma at koyra her frá sum vit búgva. Vónandi fer fiskieydnan at venda.

Men fær ikki skeivur góði lesari. Vit hava ótrúligar upplivingar her í Norrbotten. Veðrið er av tí allar besta, og vit læra um eitt heilt annað samfelag enn okkara egna. Higartil hevur veðrið eisini verið nógv betur enn heima. Fiskieydnan? Hon hevur verið sum altíð hjá sílafiskarum, hon hevur enn ikki fingið okkum at leingjast heim aftur. Góðan landsdyst, helst skriva vit aftur í morgin.

Vit lata myndirnar tala:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú er at stuðla Klaksvíkar Róðrar­felag
Faroe Ship undirskrivað sáttmála við MTV…
Elinborg við nýggjum staklagið
Norðlýsið á gøtuni
Nú byrjar tað at líkjast
Jón Sigurdsson nýggjur formaður í Føroya…
Konsert í Mikladals kirkju
Brekøkið í kreppu
Trygg ella ótrygg abort
NIB fíggjar orkugoymslu í Føroyum
Broytingar í tyrluprísunum
Fastprís­skipan fyri persónbilar í Eystur…
Video: Eiga at byrja í summar
Fyrireikingar­nar til Føroyaleikir í Klak…
KÍ gjørt sáttmála við kent andlit
Býráðsfundur í kvøld
Ellisheimið á Sýnini 50 ár
Tveir føroyskir svimjarar luttaka í Euro…
Myndarøð: KÍ og Sabala avgjørdu í yvirtí…
At lesa búskapar­frøði gevur spennandi st…