Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Árni Jacobsen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  12.06.2022 - 15:55 Tíðindi Veðrið

Í vikuni, sum kemur, fer veðrið í Føroyum at vera stýrt av einum lágtrýsti, sum stendur í Irmingarhavinum - t.e. beint eystur úr Kappanum.

Vit fara at liggja eystan fyri miðjuna av hesu góða lágrýsti, og har er ættin vanliga ímillum landsynning og útsynning.

Soleiðis fer vikan hjá okkum eisini at verða.

Veðrið í vikuni - dag fyri dag. 

Mánadag: Eitt lítil lot av vestri um náttina og morgunin, men eftir tað útsynningur sunnan ella sunnan, 3 - 8 m/s. Skýggjað og møguliga okkurt ælið.

Hitin mánadagin fer at liggja um 9 til 11 stig.

Týsdag: Útsynningur sunnan ella sunnan, 5 - 10 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt. 

Hitin týsdagin fer at liggja um 9 til 11 stig.

Mikudag: Sunnan, 5 - 10 m/s. Skýggjað og sólglottar, og turt fyri tað mesta. 

Hitin mikudagin fer at liggja um 9 til 11 stig.

Hósdag: Útsynningur um náttina, 3 - 8 m/s, men út á fyrrapartin sunnan ella landsynningur sunnan, 5 - 10 m/s. Klárt og sólglottar og turt allan dagin. Um kvøldið dregur hann samanum. 

Hitin hósdagin fer at liggja um 10 til 12 stig.

Fríggjadag: Um sunnan, 10 - 15 m/s, um kvøldið 13 - 18 m/s av útsynningi. Regn alla náttina. Tað slítur í út á fyrrapartin. Eftir tað skýggjað og ælaveður. Um kvøldið klárari.

Hitin fríggjadagin fer at liggja um 9- til 11 stig.

Leygardag: Útsynningur, 13 - 18 m/s. Seinnapartin útnyrðingur, 10 - 15 m/s. Yvirhøvur klárt um náttina og fyrrapartin, men seinnapartin skýggjað og ælaveður. 

Hitin leygardagin fer at minka úr 11 stigum niður í 5 stig.

Sunnudag: Útnyrðingur, 13 - 18 m/s. Seinnapartin minkar hann vindinr eitt sindur, niður í 10 - 15 m/s. Allan dagin skýggjað og ælaveður. 

Hitin sunnudagin fer at liggja um 5 til 7 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja