Lýsing
Lýsing
Lýsing
Venjari hjá pinkuliðnum Aura, Karita Jóhansdóttir Hávarsá, fær her handað steyp og heiður frá Føroya Fimleikasambandi. | Mynd: Føroya Fimleikasamband

Klaksvíkar Fimleikafelag vunnið heiðurin sum 'Ársins Stjørnuskot'

SKRIVAÐ: Áron Sofus Høgnason Vest  |  18.06.2022 - 12:00 Ítrottur Tíðindi

Hetta er fyrstuferð í søguni, at Klaksvíkar Fimleikafelag hevur eitt estetiskt fimleikalið við í heimligu kappingini í Føroyum. Í gjárskvøldið, 17. juni, var fimleikagalla í Bylgjuni í Runavík. Sum vera man, so vórðu tilnevningar og heiðursvinnarar á skránni.

Millum tey tilnevndu til 'Ársins Stjørnuskot 2022' vóru: Pinkuliðið Aura úr Klaksvíkar Fimleikafelagi, gentuliðið Svalan úr fimleikafelagnum Støkk og einstaklingur Mia Højgaard, úr Havnar Fimleikafelagi.

Enn einaferð gjørdu norðoyingar frambrot á føroyska ítróttarpallinum. Enn einaferð í fimleiki! Føroya Fimleikasamband skrivar: 

Hetta er fyrsta árið, at felagið hevur eitt estetiskt lið við í kappingini. Pinkurnar hava ígjøgnum árið støðugt ment seg og endaðu árið við einum flottum úrsliti. Tær blivu nomineraðar á fleiri heiðrum, og er hetta sera flott hjá einum so nýggjum liði. Vit eru tí øll samd um, at tær skulu fáa heiðurin sum 'Ársins Stjørnuskot 2022'. 

Og vinnarin av 'Ársins Stjørnuskoti 2022' eru..

PINKUR AURA ÚR KLAKSVÍKAR FIMLEIKAFELAG!

Vit á Norðlýsinum ynskja liðnum, venjara, foreldrum og stuðlum, hjartaliga til lukku við søguliga úrslitinum! 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skera ein hval upp á Skúlatrøð í morgin
Jóla­konsert við Sissel og Eivør Við Tjar…
Mjølnir hevur aðalfund 19. mai
Bústaðir styrkja fíggjarliga grund­arlagi…
Forkanning um vitlíki handað lands­stýris…
Klaksvík fingið hvalir úr Vágunum
Veronika Petersen skúla­stjóri á Fossánes…
Skapa eitt listaverk
B36-KÍ verður leygar­dagin
Nýtt Smílibýli - Eystur­býu­rin er fyri mi…
ICES fundur á Havstovuni
Berint fekk 1.300 pund við snellu
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Kyn og samleiki í dag - hvat vita vit?
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX
Smáskótadagur í Klaksvík
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…
Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabe…
Javnleikur í toppdysti