Lýsing
Lýsing
Lýsing

Myndarøð: KÍ vann á B36 í dag

SKRIVAÐ: Jákup Ósá - Myndir: Oliver Joensen  |  19.06.2022 - 17:25 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Talan gjørdist um ein dyst, har spenningurin helt sær til tað síðsta. 

Hjá KÍ spældu tveir leikarar frá byrjan fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið. Tað vóru donsku leikararnir Claes Kronberg og Anders Holvad. 

B36 byrjaði nógv betri og kundi havt lagt seg á odda. Tveir stórir málmøguleikar komu, harav annar endaði á stongini. Men so reisti KÍ seg og í 24. minutti skoraði Anders Holvad eftir trunkaspæl eftir innkast støðu. Eftir hetta stýrdi KÍ dystinum. Einaferð í fyrra hálvoeiki vildi B36 hava brotsspark, men floytan tagdi. 

Í seinna hálvleiki hendi ikki tað stóra. KÍ tóktist hava tamarhald á, meðan B36 ikki megnaði at hótta. 1-0 til KÍ gørdist úrslitið.

Sum heild var talan um ein minni væl spældan dyst, har KÍ var betra liðið og hevði uppiborið sigurin. Tað var óvanliga heitt, og tað var fyrsti dystur eftir ein langan landsliðssteðg. Tað eru faktorar, sum kunnu hava spælt inn til at dysturin ikki fer í søgubøkurnar sum nakar góður fótbóltsdystur.  

KÍ varðveitti við sigrinum sína góðu støðu í oddastríðnum, har ein útidystur móti B36 er ein av teimum, sum á pappírinum er millum teir truplastu, ið eru eftir í ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elbilar avdúka gamlar reglur – koyra før…
KÍ í finaluni um løgmanssteypið eftir st…
Gleðiliga jólasøku
Opið hús á KG leygar­dagin
Nýtt skip í føroyska flotan
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Frískt Lot: - Vit eru spent at sleppa í…
Ótrúlig fakta: Messi og Ronaldo skora vi…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar til Andorra
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum