Lýsing
Lýsing
Lýsing

Miðnámsrit 25 komið út

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.06.2022 - 07:30 Tíðindi

Royndir og upplivingar hjá lærarum liva ofta sum munnligar frásagnir millum starvsfelagar. Men onkuntíð verða søgur úr skúlastovuni festar á blað í endurminningum. Tað gjørdi Frank McCourt. Les brot úr bók hansara ‘Tis.

 

Síðan 2013 hava føroyskir næmingar kunnað tikið miðnámsprógv í autismuflokki. Teir hava sterkt bakland við áhugafelag, skúlaleiðslum og øðrum. Ein annar bólkur hevur tó ongan góðan, tí teir næmingarnir hava onga diagnosu og fáa spjaldrið ‘veikir’. 

Sjáldan koma føroyskar lærubøkur út á miðnámi, men í fjør kom bókin Ítróttur og heilsa C. Lítil játtan er til skúlabøkur, men í mai 2022 bar til at týða til føroyskt við Microsoft Translate, og um fá ár kunnu vit helst gera nógv meiri føroyskt lærutilfar.

Í lærugreinini virkisbúskapi er kunningartøkni hent amboð, sum ger tað lætt at arbeiða bæði deduktivt og induktivt. Næmingar læra at brúka rokniark við skili, og føroyskt tilfar um veruligar fyritøkur er motiverandi.

Á hvørjum ári verður skipað fyri stuttsøgukapping á Glasi. Hetta eggjar næmingum til at menna hugflog og skapanarevni.

Richard Cantillon, sum livdi eitt ættarlið fyri Adam Smith, vísti á týdningin, sum entreprenørar hava í búskapinum. Nógv annað, sum hann kom við, er viðkomandi enn, eisini í undirvísing. Kanska var hann fyrsti veruligi búskaparfrøðingur.

 

Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson

Miðnámsrit 25

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eyr og mold móttøkan stongd í tveir daga…
Nýtt havna- og vinnuøki norð­anfyri Norðh…
Ákæran móti sýslumanni og grindaformonnu…
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Nýggj app hjálpir tær at leggja av
Eyðun Andreassen, professari, farin
Váðaráðið tilnevnt
HOTEL KLAKSVIG (KG)!?
Fonn Flog er fyribils flutt út í hølini…
Óli Hans Olsen fer úr starvi sum stjóri…
Føroya bjór renning­ini á Norð­oyastevnu
Fiski­vinnan bleiv javnstillað við aðrar…
Flogbóltslands­liðið við monnum til Norðu…
"Súkklukapping á Norð­oyarstevnu 2026
Nýtt lag við Starlight
Tøkk
Veðrið í vikuni
Norð­oyastevnuskrúðgonga og -røða í fagra…
Vit liggja nummar eitt !!
So skeyt hann!