Lýsing
Lýsing
Lýsing
Myndin tikin beint fyri sólsetur 22. mai í ár. Tann dagin sást sólin frá klokkan 04.12 til klokkan 22.35 - t.e. í 18 tímar og 22 minuttir. | Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Longsti dagur

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  21.06.2022 - 09:45 Tíðindi Veðrið

Í dag reis sólin klokkan klokkan 03.32, og hon setur klokkan 23.24 - dagurin er 19 tímar og 52 minuttir til longdar.

Hetta er longsti dagurin í ár.

Líka síðan stytsta dag í fjør, sum var 21. desember, er dagurin longdur eitt sindur hvønn dag. Lítið og einki teir fyrstu dagarnar og vikurnar, bert nøkur sekund hvønn dag, men so kom ferð á. Um várjavndøgur, 20 mars, tá ið dagur og nátt vóru líka long, longdist dagurin skjótast. Síðan tá hevur dagurin verið longri enn náttin. Teir seinastu dagarnar og vikurnar eru bert sekund løgst afturat hvønn dag. 

Nú fer at ganga hinvegin aftur. Dagurin fer at styttast; náttin verður longri. 23. september, tá er heystjavndøgur, eru tey aftur líka long. Stytsti dagur í ár er 21. december, líka sum í fjør. 

Í morgun, tá ið sólin reis, kom hon undan í landyrðingi norði - í 28 stig rættvísandi. Tá ið hon setur seint í kvøld, er tað í útnyrðingi norði - í 332 stig rættvísandi. 

At sólin rísur í eystri og setur vestri er sjálvandi rætt, men ikki um ein tekur tað heilt bókstaviliga. Tá ið undirritaði gekk til skipsførara fyrst í 90unum, segði lærarin, vit høvdu í siglingarlæru, Hilmar Kass, at I østen stiger solen op passar bara tvær ferðir um árið. Mest sum í skemti, men ein setningur, sum var lættur at minnast, og sum gjørdi, at vit skiltu alt eitt sindur betur.

Sólin rísur í (næstan) beinum eystri og setur í (næstan) beinum vestri á várjavndøgri og heystjavndøgri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mia og Miriam eru í FM finaluni í einman…
Skaðar fyri 342 milliónir í 2025
Varpið aðalfund
KÍ-B68 spæla leygarkvøldið
Urbanus á G!
Flokkar­nir lesa uppskotið ígjøgnum
Magnus Powell hevur enn ikki tapt í Føro…
Tað er nakað heilt, heilt galið í føroys…
Heðin Mortensen 80 ár
Eg havi ikki sæð eitt kvinnulið spælt so…
Áheitan frá áhugafelag­num Føroyingar fyr…
Føroya elsti unglingi fyllir 80
Tøkk
Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ vann sætta…
Nýrafelagið boðar til aðalfund
Veðrið í vikuni
Mathias Lassen Samuelsen nýggjur formaðu…
Embætismanna­bólkur felags fund í Føroyum
Sangmøti í Betesda 2. páskadag kl. 18
Upptakt: KÍ-Víkingur