Lýsing
Lýsing
Lýsing
Fyrikomandi og blíði skiparin á Rituni, Árni Joensen, gevst fyri aldur sum skipari. | Mynd: Dávur Winther

Árni gevst

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  21.06.2022 - 14:40 Mentan Tíðindi Vinna

Fyrikomandi og blíði skiparin á Rituni, Árni Joensen úr Oyndarfirði, gevst fyri aldur sum skipari.

Komandi mánadagin, 4. juli fyllir Árni 70 ár, og gevst hann tá eftir smáum sjey árum sum skipari fyri Strandfaraskip Landsins. Seinasti dagur á vaktini er komandi hósdag.

Árni gekk í real í Fuglafirði, haðani eg minnist hann og tvillingsbróðurin, Hjalta. Eftir real fór Árni sum ungur við Stellu Karinu, til hann hevði fingið siglingstíð og nakað afturat.

Síðani fór hann uppá skiparaskúla í Havn, sum hann var liðugur við í 1973. Hann sigldi nakað úti, men fór so til Grønlands á rækjuveiðu við Logos úr Gøtu eitt stutt skiftið og seinni við Karinu hjá Trygva Laksafoss.

Pól á Biskupsstøð var ommubeiggi Árna – so pápin, Sigurð og Erling, Trygvi og Hallur Laksafoss vóru systkinabørn.

Árni hevur síðani verið nógv á sjónum, seks ár skipari við Cuba-bátunum, verið í Noregi og Skotlandi sum yvirmaður við fiskiskipum.

Eisini hevur Árni verið sølumaður á Føroya Fiskasølu í tíggju ár og síðani sølumaður fyri Vesturvón í tíggju ár.

Hesi seinnu næstan sjey árini hevur Árni verið skipari á Rituni og siglt til Svínoyar og Fugloyar at kalla hvønn dag, tá ið hann hevur verið á vakt.

Árni letur væl at betraðu umstøðunum við havnaviðurskiftunum á Eiðnum, har atløgubryggjan er hækkað, longd og hevur fingið ein verjugarð.

Hetta hevur gjørt, at tað er munandi betri at leggja at og nógvir dagar, sum fyrr vóru ivadagar vegna veður, ber væl til at leggja at, sum lættir væl um, heldur enn at sigla á Víkina, ið longir munandi um ferðina.

Hin skiparin, Jógvan Páll Poulsen, sum er ættaður av Kirkju, men búsitandi í Klaksvík, gevst eisini fyri aldur. So tá ið henda vaktin er av komandi hósdag, fara tveir skiparar í land – Jógvan Páll Poulsen og Árni Joensen.

Árni tekur saman um, at helvtina av sínum vaksna lívi hevur hann verið á sjónum og hina helvtina á landi - tó við tilknýti til sjógvin. Tað verður bara gott, ikki at skula halda seg til ein kallendara alla tíðina, men verða sín egni harri einaferð, sigur Árni Joensen, skjótt fyrrverandi skipari á Rituni við einum smíli, sum hann eigur nógv av.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Frálík bókaframløga í Varpinum
Nýggj tekja norð­anfyri sjúkra­húsið
Afturum endur­nýtsluna
Pop-upp matstova við ræstari súpan í Spi…
Dávid til B36
Bókaframløga í Varpinum
Veðrið í kvøld og í nátt
Lands­liðsleikari venur við KÍ
USA vil ikki longur vera heimspoliti
Annika á OY Voxbotn 2026
Leggja betongdekk á leiguíbúðir við Kirk…
Bíligari gerandisdag: Eplir, grønmeti og…
Móttøka og jólahald hjá KBI
Signhild vitjar Norðlýsið
Johnny: “At frítøka fyri MVG skeiklar og…
Kvinnur prýða jólaborð
Stóra jóla­blaðið í gerð
Listaframsýning
Lands­stýrið umsíður strikað 72 ára fráfa…
Hetta ger ómetaliga góðan mun