Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ormurin Langi, sum nú verður Norðingur í fýra stevnur, á veg til Norðdepils fyrr í kvøld.

Norðingur verður bláur á jóansøku

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  21.06.2022 - 20:09 Ítrottur Tíðindi

Teir á 10-mannafarinum Norðingi hava tikið avgerð um at skifta bát.

Tað var KVF, sum í gjár bar tíðindini um, at hol var komið á Norðing eftir róðurin á sundalagsstevnu og at ivamál var um, hvørjum báti teir fóru at rógva við framyvir. Tað vísti tað at verða ein øgiligur áhugi frá róðrarfeløgum í Føroyum at hjálpa, tá hetta frættist, váttar Halmar Zachariassen, bátsformaður á Norðingi.

- Eftir hasi tíðindini í gjár fingu vit bjóða eini 8-10 10-mannafør. Alt frá gamla Klaksvíkingi til Sumbing. Tað var fløvandi at merkja. Fólk ynska kappróðrinum væl og vilja hava kapping. So máttu vit taka støðu, um vit skuldu skifta bát, og nú er avgerðin tikin. Vit skifta bát nú, og rógva við øðrum 10-mannafari restina av kappingini. Valið stóð millum Ormin Langa og Dreka Reyða, tí hetta eru nýggir bátar, sum eru í góðum standi. Og nú er Ormurin Langi komin til Norðdepils, har vit nú fara at gera hann kláran, so hann lýkur krøvini frá RSF. Tað verður ikki meir gjørt enn hægst neyðugt, so tað merkir m.a., at Norðingur verður bláur á jóansøku leygardagin og restina av kappingini. Vit vilja takka Knørrafelagnum fyri vælvild og gott samstarv, sigur Hjalmar Zachariassen við Norðlýsið í kvøld.

Norðingur, sum hevur róð í ár, er gamli Skálabáturin, sum er bygdur í 2006, men sum næstan ongantíð hevur róð fyrr enn í ár. Ormurin Langi, sum nú verður Norðingur, er bygdur í 2018 og vann FM í 2018, 2019 og 2020.

Undan jóansøkuróðrinum leygardagin er 2-1 til Klaksvíking móti Norðingi í sigrum í kappingini hjá 10-mannaførum.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik
Sløkk nú skermin og kom á plenuna !!
Ikki gott í væntu fyri nýrasjúkl­ingar no…
Konsert við Siloakóri­num mikukvøldið 27.…
1.d vitjar umborð á Pison
Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum
Upptakt: KÍ-AB
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda
Kom og set Føroyar fremst – Tilfeingisgj…
Løgreglan kannaði bilar og fólk
Rabarbur fyri 100 krónur bunti
Íslendski skiparin Matthías
- Raðfesta at framleiða okkara egnu star…