Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kaféin í Betesda fyllir 10 ár

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.06.2022 - 15:32 Mentan Tíðindi

Kaféin í Betesda fyllir 10 ár og verður hetta hátíðarhildið hósdagin 23. juni frá kl. 10-14.

 

Tað var á sumri í 2012 at tær báðar Marita Norðberg Sivertsen og Dagny Tróndheim tóku stig til at lata eina kafé upp í gamla møbilhandlinum hjá P/F Jóhannes úr Hvalvík, hvørs hølir samkoman í Betesda húsaðist í meðan nýtt samkomuhús var bygt á Biskupsstøð.

Hóast trongar umstøður, var farið álvarsliga til verka. Opið var hvønn dag millum 10-12. Ætlanin var at hetta skuldi vera eitt summartiltak, har húsið var sett á víðan vegg, so at øll ið komu framvið kundu koma inn á gólvið og fáa eitt gott prát, ókeyps kaffimunn og okkurt gott afturvið. Summar dagar, t.d. tá ferðamannaskip vitjaðu, kundi vera sera trongligt inni í kaféini.

Tá samkoman flytir í nýggjan bygning í 2014 var gjørt av at halda fram við kaféini, ein dag um vikuna.

Við nýggja bygninginum gjørdust hølisumstøðurnar heilt góðar og fólk úr øllum ættum streyma hósmorgnar inn í kaféina. Tað hevur verið ein sonn frøði at uppliva øll tey mongu bond ið eru knýtt millum tey vitjandi gjøgnum hesi árini.  Ein serlig gleði hevur verið at at sæð vitjandi úr ymskum bústovnum, tilhaldum, o.fl., ið gjøgnum árini eru komin á vitjan saman við hjálparfólkum úr øllum landinum.

Stigtakararnir vóna at síggja mong vitjandi á kaféini hósdagin, sum samtundis verður tann seinasta hesu megin summarsteðgin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!