Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Standandi frá vinstru: Finnur Lómstein Petersen, Jóel Høgnason Jacobsen, Martin Steingrund, Hans Jákup á Kósini, Haldur Joensen, Paulina Fuglø, Selma Ingvardsdóttir Larsen, Jákup Jóhan Mýri, John Selmar Sivertsen, Jón Johannesen, Símun Heinesen og Malvinus í Gong.

Prógvhandan fyri pisunum á Tøknibreytini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.06.2022 - 18:48 Myndarøð Tíðindi

Í dag var prógvhandan fyri teknisku studentunum á TSK úti í Grøv. Nógv vóru komin at hátíðarhalda nýfloygdu pisurnar á tøknibreytini, og varð tað tí ein hugnalig løta við felagssangi og røðum. Terji Beder, fyrrverandi næmingur á tøknibreytini, helt røðu og hugleiddi m.a. um, at hann hevði fingið nógv ymisk amboð og førleikar við sær til víðari útbúgving – men hann hevði ikki bara fingið bókliga vitan men eisini sosialar førleikar og hevði knýtt nógv góð vinarbond á tøknibreytini. Finnur Lómstein Petersen og John Selmar Sivertsen, næmingar úr HT3, hildu næmingarøðuna fyri pisurnar, og Hans Jákup á Kósini fekk heiðursprógv og blómur fyri hægsta miðalkarakter og besta prógv.

Eftir prógvhandanina var drekkamuður á skúlanum, har Eyðgunn Samuelsen, lærari á tøknibreytini, helt røðu fyri næmingunum.

Vit ynskja øllum pisunum hjartaliga til lukku við próvnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Norð­oyastevnu­framsýning
Ferðslan á norð­oyastevnu
Norð­oyastevnuskráin fríggja­dagin
Býarkoyring fríggja­dagin 29. mai
Skýlisklettur 2.500 pund
- At verða mentanar­hús í miðbýnum, tað f…
- Fólk vilja gjarna fara í føroysk klæði…
Føroyar ein Maritimur Tænastudepil
Eingin Veðurstova Føroya uttan Alix
Lýsing