Lýsing
Lýsing
Lýsing
Psoriasis- og giktasjúklingar hava higartil kunnað fingið klimaviðgerð í Kroatia. Tað tilboðið er nú burturi. | Mynd: Tilvildarlig mynd úr Kroatia.

Giktasjúklingar: Sein kunning og slept uppá fjall

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.06.2022 - 21:38 Lesarabrøv

Fleiri gikta- og psoriasissjúklingar hava vent sær til Norðlýsið, tí tey vita ikki síni livandi ráð. Í mong ár hevur tað verið ein tænasta frá tí almenna, at umleið 20 sjúklingar sleppa av landinum at leita sær heilsubót fyri gikt og psoriasis. Heilsubótin er higartil fingin til vega í Kroatia, har tey veita viðgerð fyri sjúkurnar báðar. Men í ár er proppur settur í, og ongin sjúklingur sleppur avstað longur.

Orsøkin er, siga hesir sjúklingarnir við blaðið, at ein lutfalsliga nýggjur lívfrøðiligur (biologiskur, sum sjúklingarnir orða tað) heilivágur er komin á marknaðin. Undir vanligum umstøðum hevði hetta verið góð tíðindi, men tað hevur víst seg, at fleiri av gikta- og psoriasissjúklingunum ikki tola heilivágin.

Víðari siga sjúklingarnir, at tey av teimum, ið líða av psoriasis, hava fingið at vita í brævi í góðari tíð, at soleiðis er støðan, og teir hava tískil havt møguleika fyri at leita sær aðrar útvegir, til dømis at fara til Kroatia fyri egna rokning. Men giktasjúklingarnir hava onki fingið at vita. Teir lósu um hetta á eini heimasíðu fáar dagar áðrenn, at teir skuldu avstað, og hetta eru giktasjúklingarnir sum vera man sterkt misnøgdir við.

Sjúklingarnir siga við Norðlýsið, at teir eru fáir í tali, og tí snýr tað seg ikki um stórar upphæddir, men eisini er seina fráboðanin komin dátt við. Teir enda við at siga, at teir føla seg sleptar upp á fjall.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…