Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fyrireikingarnar til Føroyaleikir í Klaksvík ganga væl

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  30.06.2022 - 13:45 Ítrottur Mentan Tíðindi

Setanin í Klaksvík, har øll eru vælkonin, verður í morgin, fríggjadagin 1. juli kl. 16.30 - niðri við bátabrúgvarnar millum FK og EFFO.

Uppi í Spinnarínum hava í gjár og í dag verið nógvar fyrireikingar, har teir hava sett upp kappingar- og upphitingarøki.

Tey lata væl at umstøðunum, og har eru góð pláss til áskoðarar, sum eisini kunnu fylgja við á skýggja, hvør lyftir hvat og hvussu nógv.

 

Tað er ókeypis at fara til allar kappingarnar - Soleiðis verður lyft í Spinnarínum:

Fríggjadagin 1. juli kl. 18.00 er Styrkilyfting í Spinnarínum

Leygardagin 2. juli kl. 14.30 er Vektlyfting í Spinnarínum

Sunnudagin 3. juli kl. 14.00 er Kúlulyfting í Spinnarínum

 

Boccia kapping verður í Badmintonhøllini sunnudagin 3. juli kl. 13.00.

Borgarstjórin

Karl H. Johansen, borgarstjóri, gleðir seg til kappingarnar og hevur ætlanir um at vitja tær allar. Hann er eisini ílatin til endamálið í Føroyaleikabúnað, hann hevur fingið til endamálið.

 

Setan 1. juli kl. 16.30 niðri við bátabrúgvarnar:

Elin H. Joensen ÍSF, forseti heldur røðu vegna ÍSF

Borgarstjórin, Karl H. Johansen heldur røðu og setir leikirnar

Páll Brim syngur og spælir

 

Eftir setanina byrjar FM í Triathlon kl. 18.00 beint omanfyri á Nólsoyar Pálsgøtu

 

Við í Føroyaleikum eru 20 ymiskar ítróttagreinar, har kappast verður í Klaksvík, Runavík, Vági og í Tórsavn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…