Lýsing
Lýsing
Lýsing
Heri Schwartz Jacobsen, uppfinnari og Torkil Mørkøre, leiðari fyri Svimjihøllina | Mynd: klaksvik.fo

Svimjihøllin nýggjan hitavekslara frá lokalum íverksetara

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  01.07.2022 - 19:30 Tíðindi

Á býráðsfundi í gjár samtykti býráðið, at gera eina íløgu í ein hitavekslara til svimjihøllina. Veitarin av hitavekslaranum er lokala fyritøkan, Defined Energy. Samskift hevur verið millum Klaksvíkar kommunu og fyritøkuna eina tíð, og nú oljuprísurin er met høgur, er rætta løtan at gera hesa íløguna.

 

Høvuðsmaðurin handan Defined Energy er Heri Schwartz Jacobsen. Heri hevur arbeitt við hugskotinum og ment hitavekslaran síðan 2008, sum eitt íkast til grønu umleggingina. 

Hitavekslarin virkar á tann hátt, at hann endurnýtir hitan frá frárensluvatninum, og sparur á tann hátt orku, sum annars hevði skolað út við brúsuvatninum. Tað serstaka við hesum vekslaranum er, at hann nýtir tyngdi - og centrufugal megina fyri at koyra, og av tí sama er nærum ongin streymnýtsla, og í flestu førum heldur ongin tørvur á pumpum ella filtrum.

Vekslarin verður framleiddur av veitarum í Svøríki, Danmark og í Týsklandi. Fyritøkan Defined Energy heldur til í gamla roykivirkinum, og hevur skrivstovu í Norðragøtu. 

Hitaveksalarin er mettur at kosta 632.700 kr. Við verandi nýtslu verður mett at íløgan er vunnin inn aftur eftir 6 til 8 ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…