Lýsing
Lýsing
Lýsing

Borgarstjórin sett Føroyaleikir í Klaksvík

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  01.07.2022 - 20:24 Mentan Tíðindi

Í fagarsta og lýggjum veðri vórðu Føroyaleikir settir í Klaksvík seinnapartin í dag.

Páll Brim sang og spældi fyri og eftir røðurnar sum Elin H. Joensen, ÍSF forseti helt og síðani Karl H. Johansen, borgarstjóri, ið eisini helt røðu og annars seti leikirnar.

 

Fríggjadagin 1. juli kl. 18.00 er Styrkilyfting í Spinnarínum

Leygardagin 2. juli kl. 14.30 er Vektlyfting í Spinnarínum

Sunnudagin 3. juli kl. 14.00 er Kúlulyfting í Spinnarínum

Boccia kapping verður í Badmintonhøllini sunnudagin 3. juli kl. 13.00.

Tað er ókeypis at fara til allar kappingarnar

Eftir setanina byrjaði FM í Triathlon kl. 18.00 har tað varð svomið á sjónum, síðani runnið og skúkklað langar teinar.

 

Niðanfyri verður røðan hjá Karl H. Johansen, borgarstjóra, endurgivin:

Góðu íðkarar, ÍSF, feløg og ikki minst góðu viðhaldsfólk!

Hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar, nú vit seta Føroyaleikir 2022, sum aftur í ár hevur megnað at savna okkum øll saman um at menna føroyskan ítrótt og Føroyaleikir til eitt serstakt ítróttatiltak.

Í fjør vóru Føroyaleikir mestsum eitt royndarprojekt, eftir at korona hevði spilt oyggjaleikirnar, sum skuldu vera á Guernsey í 2021. Tá fann ÍSF uppá ráð, tí tørvur var á einum tiltaki, sum kundi vera við at halda íðkarar til og møguliga eisini lokka útlendingar til Føroyar at kappast.

Sigast má, at hetta hevur eydnast til UG.

Hetta vikuskiftið standa føroyingar saman um Føroyaleikir. Tilsamans 20 ítróttargreinar eru við, harav 5 kappingar verða í Klaksvík. Talan er um FM í triathlon og styrkilyfting, sum er á skránni í dag. Í morgin, leygardagin, verða kappingar í vektlyfting í Spinnarínum, og sunnudagin verður kappast í kúlulyfting og boccia. Talan er um ein ítróttarfagnað í stórum stíli.  Sigast má, at undirtøkan fyri leikunum er sera góð.

Klaksvíkar kommuna hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at geva ítróttinum í býnum bestu umstøður. Eitt nú fær kappróðrarfelagið nýtt neyst í heyst, rennibreytin fer at geva nýggjar møguleikar at menna frælsan ítrótt, og stadionøkið við Djúpumýru er dagført og góðkent til altjóða dystir. Bara hendan seinasta mánaðin hava vit í Klaksvík hýst bæði A-landsliðnum hjá kvinnum og U21 landsliðnum hjá monnum, sum bæði fingu sera góð úrslit.

Summarið stendur í hægsta blóma. Tað er ítrótturin og Føroyaleikir sanniliga eisini ein áminning um. Og tá hetta vikuskiftið er farið aftur um, fara vit í Klaksvík at gleða okkum til enn eina ítróttaliga uppliving, tá ið Champions leauge dystur við Djúpumýru verður á skránni, og norska meistarafelagið, Bodø Glimt, kemur á vitjan.

Ítróttur er so mangt, og støðið er eisini ymiskt. Frá triathlon til boccia, frá barnaróðri til Old boys.

Ofta verður tikið til: “Ongin kann alt, men øll kunnu okkurt”, og fyri ein gamlan ítróttarmann sum meg – sum ikki longur kann vera við, tá kappast skal um heiðursmerki – ja, so havi eg tikið av og meldað meg til heilsufótbólt fyri okkum, sum eru 60+, sum verður í heyst.

Soleiðis hava vit ymisk mál og íðka á tí støði, sum vit megna. Tí frøir tað meg at síggja ung fólk, sum fara miðvíst til verka, tí tey vilja náa tindunum, og tað gleðir meg ikki minni, tá fólk í øllum aldri luttaka í átakinum hjá ‘Gakk og Renn’, sum er eitt tiltak í samstarvinum hjá ABC fyri sálarligari heilsu.

Ítróttur kann og skal vera okkurt fyri øll.

 

Góðu tit øll!

Vit skulu altíð stremba eftir at betra um okkara úrslit, bæði á og uttan fyri leikvøllin, men eg haldi, at vit avgjørt kunnu vera stolt av okkara ítróttarfólkum og teimum fantastisku útslitum, sum eru nádd seinnu árini, tá vit sum smátjóð bjóða okkum fram at kappast, sum Dávid móti Goliat.

Eg haldi eisini, at vit kunnu vera stolt av okkara feløgum og ikki minst av øllum okkara sjálvbodnu, sum ólønt hjálpa feløgum at fáa slíkar kappingar í lag. Uttan tykkum so bar als onki av øllum hesum til.

Við Føroyaleikum bjóða vit útlendskum íðkarum hendanvegin, sum avgjørt er við at menna okkara ítróttafólk. Við Føroyaleikum menna vit okkara evni at hýsa altjóða kappingum, og soleiðis fyrireikað vit okkum eisini til, at tað vónandi, um ikki so langa tíð, aftur verður okkara túrur at hýsa Oyggjaleikum.

Eg eri ikki í iva um, at hetta miðvísa arbeiðið, sum tit dag eftir dag og ár eftir ár leggja í júst tykkara ítróttargrein, eisini fer at síggjast aftur, og at okkara ítróttafólk í framtíðini fara at røkka enn betri úrslitum úti í heimi ella til altjóða kappingar her heima.

Ja, eg haldi avgjørt, at Føroyleikir eru ein sólskinssøga, sum eru komnir fyri at vera, og vil Klaksvíkar kommuna fegin stuðla hesum tiltaki við at leggja hallir, vallir og asfalt til, um tað skal vera

Til seinast vil eg nýta høvið at takka ÍSF og øllum sambondunum, feløgum, teimum sjálvbodnu og íðkarum, sum eisini hava tikið so væl ímóti leikunum.

Til tykkum íðkarar, sum um eina løtu skulu vísa tykkara styrki og úthaldni: Bestu eydnu og góðar leikir!

Takk fyri!

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…